Luttøkan á Skála er tann sama

Luttøkan á Skála er tann sama
Væl fleiri brævatkvøður eru á Skála hesa ferð, men vallutøkan upp á 83,9 % er bara 0,1 prosentstig hægri enn seinast
Valhølið á Skála er í ítróttarhøllini.
Mynd: Sveinur Tróndarson  
 
26.03.2026 - 19:19

Tað hevur verið ein nøkulunda javnur streymur av fólki á valstaðnum á Skála, sum heldur til í ítróttarhøllini.

Til seinasta løgtingsval fyri fýra árum síðan var valluttøkan 89,5 prosent, tí 470 av teimum 515 veljarunum komu á val ella valdu við brævatkvøðu.

 

Valstaðið varð selt

Tað er kanska skotið eitt sindur yvir mál, tá mann hugsar um, at tað bara eru 535 fólk, sum hava valrætt. Men gamla valstaðið, húsið hjá pensjonistafelagnum, varð selt, og tí hava valini, sum hava verið síðan 2019, verið á sjálvum vøllinum í ítróttarhøllini.

Nú klokkan er sjey, hava 398 fólk verið á vali, og tað gevur eina valluttøku upp á 74,4 prosent, sum er akkurát fimm prosent lægri enn seinast.

Ta ferðina høvdu 409 fólk verið á vali um somu tíð, og tá høvdu 515 fólk valrætt móti 535 nú.

Men talið av brævatkvøðum ger, at valluttøkan klokkan 19 í dag er 0,1 prosent hægri, enn hon var fyri fýra árum síðan. Í dag høvdu rey 449 atkvøður at telja samanborið við 440 seinast.

Spurningurin er so bara, hvat hendir henda seinasta tíman, tí nú er farið at regna av grimd.

 

Valbók við søgum

Valbókin, sum er frá 1971, veit frá nógvum at siga. Táverandi valstýrisformaður, Jógvan Olsen, bedingsmeistari, undirskrivaði “fororðini” tann 4. oktober, dagin fyri fólkatingsvalið, millum annað, at Johan Nielsen gjørdist toppskorari á Skála við 52 atkvøðum, og Kristian Djurhuus kom honum á baki við 29 atkvøðum av 167 atkvøðum í alt, so tað minnir ikki sørt um tað, sum hendi á fólkatingsvalinum týsdagin kring alt landið. 

Hinvegin sigur tað eisini eitt sindur um skrivaran av hesum orðum, at hann minnist øll nøvnini, ella næstan øll nøvnini á teimum, sum stillaðu upp til tað valið…

 

Skálafólk ímóti rúsdrekkalógini

Ein onnur áhugaverd søga er næsta valið í bókini, sum er fólkaatkvøðan um rúsdrekkalógina, ella fólkaatkvøðan um uppskot til løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum tað stendur í bókini. 

Ta ferðina fóru 183 fólk at atkvøða til fólkaatkvøðu, men tað var so verri enn so, at skálafólk vildu hava nakra nýggja rúsdrekkalóg, tí 37 atkvøddu fyri og 146 ímóti.

Fólkaatkvøðan um rúsdrekka í 1973 var onnur fólkaatkvøðan um tað evnið, men hin var væl áðrenn, henda bókin varð tikin í brúk.


Skrásetingin í vallbókini á Skála um fólkaatkvøðuna 8. november um rúsdrekkalógina.


Tað var eingin ivi um, at skálafólk í 1973 vóru ímóti einari nýggjari rúsdrekkalóg. Tað atkvøddu bara 37 fyri og 146 ímóti.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta í Vágs kirkju
207283
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227