MBM: Møguleiki er at økja søluna í Grønlandi

MBM: Møguleiki er at økja søluna í Grønlandi
Eitt málrættað søluarbeiði hevur givið eina betri avtalu, sigur Tony Weyhe, stjóri í Mjólkarvirki Búnaðarmanna, sum tó heldur, at tað liggja enn fleiri møguleikar í Grønlandi
MBM hevur fingið eitt hol inn til grønlendska marknaðin, og arbeitt verður við at økja um søluna í Grønlandi
 
06.04.2026 - 16:02

Tað byrjaði í smáum fyri nøkrum árum síðan.

Grønlendingar keyptu nógv tann størsta partin av mjólkini, sum verður drukkin í landinum, úr Danmark. Talan er um haldføra mjólk og tá tað eisini er nakað, sum MBM hevur í síni vøruskrá, var lagamanni at bjóða grønlendingum at keypa úr Føroyum. Flutningsumstøðurnar til Grønlands, tá talan er um haldførar vørur, eru góðar, tí farmaskipið leggur at í Føroyum á veg til Grønlands.

Royndin eydnaðist væl, tí grønlendingum dámdi føroysku mjólkina - og hinar úrdráttirnar, sum MBM sendi yvir. Og smátt um smátt vaks sølan, hóast hon ikki gjørdist ógvislig. Ein orsøk til, at grønlendingum dámar haldføru mjólkina hjá MBM betur enn ta donsku kann vera, at framleiðslumátin hjá MBM er øðrvísi. Dampurin verður sendur beinleiðis inn í mjólkina og síðan tikin úraftur, og tí er smakkurin øðrvísi enn á tí donsku, har rørini við mjólkini verða hitað. Tað gevur ein farra av brendum smakki, siga tey, sum finnast at donsku haldføru mjólkini.

Nú roknskapurin fyri 2025 er liðugur, skrivar MBM, at sølan í Grønlandi av mjólkarúrdráttum trífaldaðist, og tað fegnast Tony Weyhe, stjóri í MBM, um.

- Orsøkin er, at vit hava gjørt eitt málrættað søluarbeiði í Grønlandi, og tað hevur givið úrslit. Eitt annað er, at vit eisini hava gjørt grønlendskan pakning til vørurnar og tað er sjálvandi ein fyrimunur, tá mann skal selja í Grønlandi, sigur Tony Weyhe.

Í dag er støðan tann, at MBM hevur avtalu við Pisiffik, sum er privata handilssamtakið í Grønlandi. Hetta handilssamtakið hevur handlarnar í býunum, og so hevur KNI, sum er felagið hjá grønlendska sjálvstýrinum, handlarnar í nógvu bygdunum kring um í Grønlandi. MBM hevur ikki avtalu við KNI, men tað er ikki óhugsandi at tað kemur í lag eisini.

- Vit tosaðu við tey, tá vit vóru í Grønlandi í fjør, og tey eru eisini áhugað í okkara vørum. Tí fara vit at royna at fáa eina avtalu við KNI eisini, sigur Tony Weyhe.

Tað sum er áhugavert fyri MBM, er, at tað ikki bara mjólkin og leskidrykkurin Mist, sum grønlendingar eru serliga spentir uppá. Teir eru eisini áhugaðir í ostinum, sum er á veg, og eisini í øðrum vørum, har tað ber til, greiðir stjórin frá.

Trýst á pílin niðanfyri og hoyr alla samrøðuna við Tony Weyhe, stjóra í MBM.

1804935

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. apríl
Morgunlestur mikudagur 22.apríl 2026
207136
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263