
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Seinasta Guðrið Hansdóttir gav eina plátu út, sum var "Gult myrkur" í 2022, so ruddaði hon borðið til FMA.
"Gult myrkur" varð kosin ársins útgáva, og heitissangurin vann heiðurin sum ársins tekstur.
Og nú er Guðrið aftur klár við einari nýggjari plátu, "Sýrublað", ið er hennara sjeynda heildarútgáva.
Plátan kemur út í morgin, fríggjadagin 10. apríl, og hesum sambandi, so verður Guðrið Hansdóttir gestur í sendingini LEITISSTEIN Live, sum verður send beinleiðis í útvarpinum í morgin klokkan 13.
Royna tað óroynda
Tá Guðrið fór í holt við útgávuna var málið, at hon skuldi einans samstarva við listafólk, sum hon ikki hevði samstarvað við áður. Og at gera eina útgávu, har ið spæligleði, spontanitetur og kreativitetur skuldi skína ígjøgnum.
Tað greiddi Guðrið Hansdóttir frá, tá Kringvarpið var og vitjaði í upptøkuhølunum hjá framleiðaranum Høgna Lisberg við Gøtugjógv, meðan seinasta hond bleiv løgd á plátuna.
LES EISINI: Guðrið spælisjúk á nýggjari plátu
Guðrið vildi hava plátuna at ljóða ráa og spælda. Tað vil siga, at mann skal hoyra, at tað eru verulig fólk, ið spæla.
"Plátan skuldi ikki yvirframleiðast, og vit hava valt tær upptøkurnar, ið kennast best, heldur enn tær, ið eru mest lýtaleyst spældar ella sungnar."
Grundleggjandi er tónleikurin á "Sýrublað" fólkapoppur við íblástri úr country, reggae og rokki.
"Eitt nú er eitt reggae-lag á plátuni, og eitt sovorðið havi eg ikki útgivið áður. Har eru eisini løg, ið bera brá av country-tónleiki, og okkurt lag, sum peikar aftur til 90-árini og grunge-tónleikin. Men har er tó ein reyður tráður. Hóast 'Sýrublað' fevnir víða tónlistarliga, so hongur hon øgiliga væl saman - merkiligt nokk."
Plantur og djór lýsa sambond
Tað er Beinir Bergsson, sum hevur skrivað tekstirnar á útgávuni. Samstarvið millum Guðrið og Beinir kom upp í lag, tá tey bæði lósu ritlist og tónlist á Fróðskaparsetri Føroya.
Tekstirnir snúgva seg um nærsambond, og teir trupulleikarnar sum takas seg upp í einum parlagi. Tekstirnir leita til plantur og djór í Føroyum og royna at nýta hesi til at skilja parlagið á ein nýggjan hátt.
"Tekstliga verður sýrublaðið nýtt í útgávuni sum ein mynd upp á nakað, sum at síggja til er líkt fleiri øðrum bløðum, men tá tú bítur í tað, so kemur ein so óvæntaður, sterkur smakkur fram."
Sanglisti:
1. Detaljurnar
2. Sitrus
3. Oyralippan
4. Reyðir kjálkar
5. Loðbressan
6. Grús
7. Epoxyprimer
8. Vit bæði
9. Uttan meg
Serlig tøkk til:
Ólafur Þórarinsson og børnini Rakul, Tóti og Louisa. Takk Beinir Bergsson, Kirstin Helgadóttir, Vár Samuelsen, Sanna Andrassardóttir Dahl, Jákup Zachariasen, Johan Hentze, Marianna Winter Nagata, Elinborg Pálsdóttir, Dania O. Tausen, Katrina Olsen, Uni L. Hansen, Karl Andrias Stórá og Ólavur Gaard
Sýrublað tekstir by Uni Leitisstein Hansen