Hormuzsundið stongt aftur

Hormuzsundið stongt aftur
Í morgun skrivaði kringvarpsstøðin hjá iransku stjórnini, IRIB, á sosiala miðlinum X, at Hormuzsundið er stongt aftur.
 
18.04.2026 - 13:05

Iran sigur, at USA ikki hevur hildið sín part av avtaluni í sambandi við, at iranska stjórnin í gjár lat Hormuzsundið uppaftur.

Sambært IRIB, sum hevði høvuðsstøðina hjá iranska herinum sum keldu, gjørdi Iran eina avtalu um at loyva einari avmarkaðari nøgd av skipum ígjøgnum Hormuzsundið. 

Men sambært iranum skuldi USA gevast við stongslinum móti Iran, so eisini iransk skip sluppu at sigla frítt. Men stutt eftir, at Iran hevði latið sundið uppaftur segði amerikanski forsetin, at USA fór at halda fast við stongsulin ímóti iranskum havnum og skipum.

Sambært altjóða miðlum endurtóku iransku myndugleikarnir hesa fráboðanina, av tí, at USA ikki hevur hildið sín part av avtaluni, um at øll skip sleppa at ferðast frítt. Tí verður skipaferðslan gjøgnum sundið aftur undir strongum eftirliti frá Iran.

Um Hormuzsundið er heilt stongt ella ikki, ber tó ikki til at siga beint nú. Men fyrr í dag visti Danmarks Radio at siga frá, at tað er skotið eftir minst tveimum handilsskipum, sum vóru á veg gjøgnum sundið. Keldan hjá Danmarks Radio var Reuters, sum hevði tosað við tríggjar loyniligar keldur í skipavinnuni. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424