Helgi Abrahamsen verður formaður í fíggjarnevndini

Helgi Abrahamsen verður formaður í fíggjarnevndini
Fyrrverandi landsstýrismaðurin í vinnumálum verður nýggjur formaður í fíggjarnevndini
Helgi Abrahamsen verður nýggjur formaður í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum.
Mynd: Bjarni Rubeksen  
 
20.04.2026 - 15:18

Hóast tingfundurin ikki er tikin uppaftur enn, eru tríggir formanssessir avgreiddir

Tað var longu greitt fyri løtu síðan, at nýggi javnaðartingmaðurin, Ben Arabo, verður formaður í vinnunevndini, og Súsanna Bertholdsen í mentanarnevndini og nú er eisini greitt, hvør verður formaður í fíggjarnevndini.

Tann sessin fær Helgi Abrahamsen og ikki Erhard Joensen, sum vit hava tosað meira um í hesum sambandinum.

Men tað var alla tíðina ivi, tí Sambandsflokkurin hevur bara henda stóra formansessin, og flokkurin hevur alla tíðina sagt, at einki var avgjørt. Men tað er tað so nú.

Sambamdsflokkurin hevur eisini formannin í Landsstýrismálanevndini, men tann nevndin hevur ikki somu tyngd sum til dømis fíggjarnevndin.

Tað var ætlanin, at fundurin skuldi byrja aftur nú klokkan hálvgum fýra, men av tí, at andstøðuflokkarnir ikki eru heilt lidnir, varð fundurin niðurlagdur aftur og verður tikin uppaftur klokkan tíggju minuttir í fýra.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961