Mentanin setir dagsskránna í Runavíkar kommunu alla vikuna

Mentanin setir dagsskránna í Runavíkar kommunu alla vikuna
Fólk í Runavíkar kommunu kunnu hesa vikuna uppliva mentan í víðastu merking í sambandi við árligu mentanarvikuna, sum endar við útseldari konsertrøð við Sissal Kirkjubø
 
20.04.2026 - 11:30

Í gjár setti Petur Hansen, formaður í mentanarnevndini í Runavíkar kommunu, árligu mentanarvikuna í kommununi. 

Og sigast kann ikki annað, at nógv er at fara til.

188 tiltøk eru at fara til, og mentanarvikan, sum byrjaði við setanini, endar við einar útseldari konsertrøð við norsku Sissal Kirkjubø. Leygardagin og sunnudagin hevur hon ikki færri enn seks útseldar konsertir í Løkshøll. 

 

Út í hvønn krók

Hesa vikuna, ið mentanarvikan er í Runavíkar kommunu, kunnu fólk uppliva listaframsýningar, fyrilestrar, gongutúrar, filmar, tónleik, undirhaldi og nógv annað.

Og málið er at hava okkurt at bjóða øllum aldursbólkum, og at kom út í hvønn krók í stóru kommuni, sum fevnir um 15 bygdir.

Fleiri spennandi kirkjukonsertir eru við eitt nú Guðrið Hansdóttir í Rituvíkar kirkju, Eyðun Nolsøe í Oyndarfjarðar kirkju og Lív og Tróndur í Elduvíkar kirkju. 

Og so verður eisini møguleiki at fara niður í Eysturoyartunnilin, fara pílagrímsferð úr Rituvík til Lambar, og gongutúr á Eystursíðuna við Jón Nónklett. 

Nøkur aftuvendandi tiltøk eru eisini í rúgvusmiklu skránni millum annað eitt orðaskifti um móðurmálið, morgumatur fyri íbúgvar í kommununi og stór konsert í Løkshøll. Stóra konsertin bleiv til eina konsertrøð við Sissal Kirkjubø. 

ØLL SKRÁIN FYRI MENTANARVIKUNA Í RUNAVÍKAR KOMMUN KANN LESAST HER. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804