Eingin grind í Norðoyggjum

Eingin grind í Norðoyggjum
Grindaformenn fara ikki eftir grind í Norðoyggjum, so leingi teir eru skuldsettir fyir at hava brotið djóravælferðarlógina
Felagsskapurin Sea Shepherd Global meldaði grindaformenn eftir grindina í Hvannasundi 1. juni 2024, tá drápið var útsett í fleiri tímar vegna kappróður á Norðoystevnu.
Mynd: Savnsmynd  
 
21.04.2026 - 18:26

Tað nyttar einki at rópa grindaboð í Norðoyggjum.

Felagsskapurin Sea Shepherd Global meldaði grindaformenn eftir grindina í Hvannasundi 1. juni 2024, tá drápið var útsett í fleiri tímar vegna kappróður á Norðoystevnu. 

Sýslumaður og grindamenn eru skuldsettir fyri at brót lógina um djóravælferð. Enn er málið ikki avgreitt.

- So leingi vit grindaformenn eru skuldsettir fyri at hava brotið lógina um djóravælferð, verður eingin hvalur dripin í Norðoyggjum. 

Tað sigur Tóri Simonsen, grindaformaður í Hvannasundi, nú eingin fór eftir grindini, sum varð sædd eftir døgurða í dag.

 

Hoyr samrøðu við Tóra Simonsen í innslagi í útvarpstíðindunum í kvøld:

1808238

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542