100 krónur bíligari at fylla bensintangan

100 krónur bíligari at fylla bensintangan
Meirvirðisgjaldið verður strikað á bensini og dieseli í avmarkaða tíð. Lógarbroytingin umfatar ikki gassolju til hús
Meirvirðisgjaldið á bensini og dieseli verður strikað fyribils, so tað verður bíligari at fylla tangan. (Savnsmynd)
 
22.04.2026 - 17:59

Tað verður umleið áleið 100 krónur bíligari at fylla tangan á bilinum næstu mánaðirnar.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, nú landsstýrið ætlar at strika meirvirðisgjaldið á bensini og dieseli.

 


Aksel V. Johannesen er nú landsstýrismaður í fíggjarmálum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Kríggið í Miðeysti hevur trýst oljuprísirnar nógv uppeftir, og landsstýrið kemur tí í hesi vikuni við uppskoti um at gera brennievni bíligari hjá brúkarum. 

Tað verður tó bara bíligari at fylla tangan á bilinum. Keypir tú olju til tangan við hús, verður eingin broyting.

Lógin verður avmarkað, og hon fer úr gildi aftur 31. juli.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

22042026_Aksel_og_oljuavgjald


 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655