Breddin: Hvørja leið skulu vit halda í ferðavinnuni?

Breddin: Hvørja leið skulu vit halda í ferðavinnuni?
Ferðavinnan er nú triðstørsta vinna í landinum við 1,4 milliardum krónum í útflutningsvirði
Breddin setir sjóneykuna á ferðavinnuna í dag.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.04.2026 - 08:45

Ferðavinnan verður mett at hava 1,4 milliardir krónur í útflutningsvirði. Vinnan er nú triðstørsta vinnan í landinum eftir fiskivinnuna og alivinnuna.

Fleiri og fleiri ferðafólk velja nú airbnb, tá ið tey skulu gista í Føroyum, og nú sova fleri útlendingar í føroyskum íbúðum og húsum í staðin fyri á hotellum. 

Men tað eru eisini fleiri, ið siga, at pengarnir frá ferðavinnuni ikki í nóg stóran mun liggja eftir kring landið, men at teir fara til tær stóru fyritøkurnar í Havn. 

Fólk í ferðavinnuni og politikarar kjakast í Breddanum í dag, um vit skulu halda á somu leið, ella broytingar skulu gerast.

Í útvarpsstovuni vera  Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, Árni Skaale, tingmaður fyri Fólkaflokkin og limur í vinnunevndini, og Eirikur í Jákupsstovu, tingmaður fyri Tjóðveldi, fyrrverandi landsstýrismaður í vinnumálum og limur í vinnunevndini.

Breddin klokkan 10. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Nýggjastu sendingar í SV