Sjóvar kommuna bjóðar út nýtt bústaðarøki á Strondum

Sjóvar kommuna bjóðar út nýtt bústaðarøki á Strondum
Fólkatalið veksur skjótast í landinum, og stórur tørvur er á íbúðum og grundstykkjum
Við Lághálsar
Mynd: Google Maps  
 
27.04.2026 - 19:01

Fólkatalið í Sjóvar kommunu heldur fram at vaksa, og tí bjóðar kommunan nú út nýtt bústaðarøki “við Lághálsar” á Strondum.

Ætlanin er at byggja bæði íbúðir og sethús á økinum, sum er umleið 11.000 fermetrar stórt.

– Tørvurin er stórur á bæði grundstykkjum og íbúðum, sigur Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu.

Tey, sum bjóða upp á verkætlanina, skulu koma við uppskoti til, hvussu alt økið skal skipast. Møguleiki er fyri eigara-, luta- ella leigubústøðum.

Sambært nýggjastu tølunum frá Hagstovuni, so vaks fólkatalið í Sjóvar kommunu við 43 fólkum frá mars í fjør til mars í ár. Tað svarar til ein vøkstur upp á 3,4 prosent – sum er hægsta prosentvísa vøksturin av øllum 29 kommununum í Føroyum.

Í dag búgva 1.312 fólk í kommununi.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum her:

Hans_Anders_Jacobsen

 

Við Lághálsar:

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655