Átalu fyri verjuloysi móti teldusníkum

Átalu fyri verjuloysi móti teldusníkum
Dátueftirlitið hevur givið Klaksvíkar kommunu álvarsliga átalu fyri grovt ósketni
Teldusníkur.
 
28.04.2026 - 06:58

Dátueftirlitið hevur givið Klaksvíkar kommunu álvarsliga átalu fyri grovt ósketni.

Dátueftirlitið hevur eisini givið kommununi kravboð um at gera váðameting.

Í september 2024 sendi Klaksvíkar kommuna Dátueftirlitinum eina fyribils fráboðan um trygdarbrot.

Í einari gjøllari frágreiðing í november 2024 segði Klaksvíkar kommuna, at teldusníkar høvdu fingið atgongd til KT-skipanirnar hjá kommununi og bronglað tær. 

Kommunan greiddi frá, at teldusníkarnir høvdu verið í skipanunum frá 8. september 2024 til 28. september 2024.

Eingin váðameting

Eftir at hava kannað málið, staðfesti Dátueftirlitið, at eingin váðameting var gjørd, áðrenn trygdarbrotið var.

Um ein dátuábyrgdari onga váðameting hevur gjørt, er tað í sjálvum sær nóg mikið til, at Dátueftirlitið metir, at trygdin ikki er í lagi.

Dátueftirlitið metir, at um kommunan hevði gjørt eina nøktandi váðameting og ein nøktandi KT-trygdarpolitikk, hevði kommunan havt eyðmerkt teir veikleikar í verjuni, sum gjørdu tað gjørligt hjá teldusníkunum at bróta inn í KT-skipanirnar.

Kommunan hevði soleiðis kunnað fyribyrgt trygdarbrotinum.

Dátueftirlitið krevur, at tá váðametingin er gjørd, skal Klaksvíkar kommuna taka støðu til, um uppstiganin av KT-trygdini er nøktandi, ella um aðrar betringar skulu gerast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449