Eivør við nýggjari singlu og sjónbandalagi

Eivør við nýggjari singlu og sjónbandalagi
"Healer" kallast nýggja singlan hjá størstu stjørnu føroyinga, Eivør, ið skilmarkar at ein nýggj pláta kemur í heyst, tá Eivør eisini fer á eina stóra konsertferð
 
29.04.2026 - 17:39

Størsta stjørna føroyinga, Eivør, hevur í dag givið nýggja stak- og sjónbandalagið "Healer" út. "Healer" ber vitnisburð um, at ein nýggj Eivør-pláta kemur í heyst, tá hon eisini fer á eina umfantandi konsertferð, 43 konsertir. 

Fyrst konsertin í longu røðini verður í Norðurlandahúsinum 17. oktober.

Sjálv sigur Eivør um staklagið "Healer", at tað eisini skilmarkar byrjanin uppá eitt nýtt tíðarskeið á hennara tónlistaligu ferð. 

"Healer er ein samtalan við eina yngri útgávu av mær sjálvari," greiðir Eivør frá. "Tað var ein útgáva av mær sjálvari, ið ivaðist í øllum og ikki kendi, at hon strekti til. Sangurin snýr seg um rúmið millum at falla og at fóta sær aftur, og hann ber fram boðskapin, at sjálvt í hesum løtunum av vónloysi, so spyrt okkurt sterkt burturúr."

 

Lýsir lívsins ringrás

Sjónbandalagið til “Healer” hevur Katrin Joensen-Næs leikstjórnað, meðan Maibritt Marjunardóttir, ið hevur sniðgivið nógvar av pallbúnunum hjá Eivør seinastu árini, hevur skapt pallmynd og búnar til sjónbandalagið.

Sjónbandalagið er filmað í Føroyum í samstarvi við føroyska filmstoymið Outlier Projects. 

"Tað var ein sonn gleði at sleppa at arbeiða saman við Katrini aftur," greiðir Eivør frá í sambandi við útgávuna av sjónbandalagnum til "Healer". "Eg var so glað fyri okkara seinasta samstarv og hevði eitt brennandi ynski um at sleppa at arbeiða saman við henni aftur. Vit hittust ofta og brainstormaðu saman og funnu inn til ein myndaheim, ið lýsir lívsins ringrás. Tað, ið følnar og blómar artur. Tíðin, ið aftur og aftur lekir okkara sár og fær okkum at vaksa okkum sterkari. 

 

Dreymasamstarv

Um samstarvið við Maibritt Marjunardóttir, sigur Eivør, at Maibritt er ein stórur partur av øllum hennara visuella heimi.

"Maibritt kom eisini inn í myndina nokk so skjótt við sínum kreativa íkasti, og hetta hevur veruliga verið eitt dreymasamstarv uppá allar mátar," staðfestir Eivør. 

"Tað er so spennandi og gevandi, tá ið listagreinar møtast og ganga upp i eina hægri eind, í hesum føri filmslist, klædnasniðgeving, rørsla og tónleikur.  Og so hevur tað verið fantastiskt at sleppa at samstarva við aðrar kvinnur, sum brenna líka nógv fyri listini sum eg sjálv geri. " 

Tað hevði nógv at siga fyri Eivør, at sjónbandalagið bleiv filmað í Føroyum.

"Vit eiga so ótrúliga nógv dugnalig fólk her heima, ið hava verið við til at skapað hetta sjónbandalagið við mær."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097