"Sýrublað" hjá Guðrið verður hátíðarhildin í Listastovuni í kvøld

"Sýrublað" hjá Guðrið verður hátíðarhildin í Listastovuni í kvøld
Í kvøld hevur Guðrið Hansdóttir og bólkur hennara útgávukonsert í Listastovuni í Miðvági í sambandi við, at Guðrið herfyri útgav sína sjeyndu plátu "Sýrublað"
Guðrið Hansdóttir í sambandi við stóru útgávukonsertina í Norðurlandahúsinum 17. apríl
Mynd: Gwenael Akira Helmsdal Carré  
 
02.05.2026 - 08:41

Herfyri gav ein av størstu stjørnunum á føroyska tónleikahimmalinum, Guðrið Hansdóttir, sína sjeyndu plátu út.  

Plátan, ið ber heitið "Sýrublað", skilmarkar eitt skiftið í úttrykkinum hjá Guðrið Hansdóttir, har hon listarliga letur upp fyri einum nýggjum ljóðheimi, har tað ráa og tað mjúka ganga hond í hond.

Tónleikurin hevur sínar røtur í fólkapoppi, men leitar sær samstundis í fleiri ymiskar ættir og gevur rúm fyri bæði nærveru, ráleika og smálutum.

 

LES EISINI: Guðrið spælisjúk á nýggjari plátu

 

Útgávukonsert í Listastovuni

Í sambandi við útgávuna, so hevði Guðrið Hansdóttir fríggjakvøldið 17. apríl eina útgávukonsert fyri einum fullsettum í Norðurlandahúsi saman við sínum superbólki.

Bólkurin er mannaður við Høgni Lisberg á trummum, Benjamin Petersen á gittara, Vinjari Egilsnes Petersen á kláveri og ljómborðum, Árni Johannesarson á bass, og so syngur Marianna Winter Nagata kór. 

Guðrið og bólkurin spældu eisini eina útgávukonsert í Tøting leygarkvøldið 18. apríl. 


Húsin til "Sýrublað" (Mynd: Kirstin Helgadóttir)

 

Nú er tað so Listastovan og fólk í Vágum, ið eiga tørn, tí í kvøld spældi Guðrið og bólkur hennara útgávukonsert í Listastovuni í Miðvági. 

Tekstirnir á útgávuni "Sýrublað" hava eitt tætt tilknýt til Vágoynna, tí teir eru skrivaðir av yrkjaranum Beini Bergssyni, ið er ættaður úr og býr í Sørvági. Í fleiri førum er talan um teksliga staðsetingar í oynni. 

 

SÍ EISINI: VIDEO: Guðrið ger ikki somu plátuna tvær ferðir

 

Smálutirnir fáa pláss

Í kvøld er so Listastovan karmur um nýggja tilfarið hjá Guðrið.

Tað tætta og intima rúmið ger, at tónleikurin sleppur at standa berur, og at sambandið millum tónleikarar og áhoyrarar verður tætt.

Tað er júst á slíkum pallum, at smálutirnir og nærveran fáa veruligt pláss.

 

Í sambandi við útgávuna av "Sýrublað", so var Guðrið Hansdóttir gestur í sendingini LEITISSTEIN í útvarpinum. 

Har greiddi Guðrið frá um plátuna og alla tilgongdina við at gera hana. 

 

1805983

 

HOYR EISINI: Guðrið Hansdóttir - Beinleiðis úr Studio 5

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531