Meistaradeildin: NSÍ kann fara undan

Meistaradeildin: NSÍ kann fara undan
NSÍ kann fara fýra stig framum KÍ við sigri á B36, men B36 kann eisini yvirtaka oddaseesin við sigri á runavíkingum í Gundadali í kvøld
Mynd: Hjalmar Jóhan Juul  
 
04.05.2026 - 17:49

Oddadystur er í Meistaradeildini hjá monnum í kvøld.

Við sigri á B36 í Gundadali hevur oddaliðið NSÍ kjansin at fara fýra stig framum KÍ á 2. plássi. Vinnur B36 hinvegin, yvirhála teir hvítu og svørtu bæði KÍ og NSÍ og leggja seg fremst í deildini.

Í Sarpugerði í Gøtu tekur Víkingur ímóti 07 Vestur. Gøtumenn hava ikki fingið góða byrjan, men kunnu ota seg upp ímóti topp-fýra, meðan 07 Vestur hevur kjansin at sleppa burtur frá niðurflytingarstrikuni.

Tríggir dystir vóru í gjár, tá hvørki KÍ ella HB fingu fult á heimavølli. KÍ og Skála spældu málleysan javnleik, meðan dysturin millum HB og AB endaði 1-1. Tað endaði dysturin millum B68 og EB/Streym á Toftum eisini.

Dystirnir í kvøld byrja klokkan 18.30, og útvarpið sigur frá dystinum millum B36 og NSÍ.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672