Áhugafelagið Búgva: Leigustuðulin má koma nú

Áhugafelagið Búgva: Leigustuðulin má koma nú
- Nú er tíðin komin, at tey, sum leiga bústað, fáa leigustuðul á sama hátt sum eigarar fáa renstustuðul, heldur Elin Hentze, talsfólk fyri áhugafelagið Búgva
Tilvildarlig savnsmynd
 
07.05.2026 - 14:54

Nú lógaruppskotið um leigustuðul er komið aftur í løgtingið, fegnast áhugafelagið Búgva. 

- Nú er tíðin komin at tey, sum leiga bústað, fáa leigustuðul á sama hátt sum eigarar fáa renstustuðul, sigur Elin Hentze, talsfólk fyri Búgva, sum arbeiðir fyri fjølbroyttari bústaðarmøguleikum í Føroyum. 

Leigustuðulin, sum kann vera í mesta lagi 1500 krónur um mánaðin, skal sambært uppskotinum koma í gildi 1.september.

Verður lógaruppskotið samtykt, sum tað sær út ídag, fær tað gildi 1.september. Almannaverkið skal umsita leigustuðulin, og fólk skulu søkja um stuðulin har. 

 

Í minna lagi

Almanna- og bústaðarmálaráðið veit ikki, hvussu nógv leigustuðulin fer at kosta landskassanum. Ráðið nevnir tó sum dømi, at fáa 1200 húski í meðal 1200 krónur í leigustuðli um mánaðin - so kostar stuðulin 17 milliónir.

Við lógaruppskotinum kunnu tey, sum búgva til leigu, fáa upp til 20 prosent av húsaleiguni afturrindað sum stuðul úr landskassanum. Tó í mesta lagi 1500 krónur um mánaðin.

Leigustuðulin - sum verður latin hvørjum húski - er fyrst og fremst ætlaður fólki við lágum inntøkum.

Elin Hentze frá áhugafelagnum Búgva fegnast um uppskotið, men ásannar, at 1500 kr. eru í minna lagi.

 

18 partar hoyrdir

Lógaruppskotið hevur verið til hoyringar hjá 18 pørtum.

Landsfelag Pensjónista heldur at hægsti leigustuðul eigur ikki at vera 1500 krónur, men 3000 krónur um mánaðin.

Landsbankin heldur, at fólk sum eiga stóra fíggjarliga ogn, eiga ikki eisini at hava rætt til leigustuðul. 

Og Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at inntøkumarkið fyri at fáa leigustuðul eigur at vera lækkað, so stuðulin í størri mun fer til tey, sum veruliga hava tørv á honum.

Lógaruppskotið um leigustuðul kemur til fyrstu viðgerð í morgin.

 

INNSLAG_Leigustudul_Elin_Hentze

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025