- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meistaradeildin: Skála vann sín fyrsta dyst

Í síðsta dystinum í fyrsta triðinginum í Meistaradeildini við monnum, eydnaðist tað Skála at vinna fyri fyrstu ferð.
Simon Jørgensen skoraði einasta málið í dystinum móti AB undir Mýruhjalla við brotssparki stutt fyri steðgin, og tey trý stigini lyfta teir appilsingulu upp um niðurflytingarstrikuna.
B68 klatraði eisini upp eftir talvuni við 2-0 sigri á 07 Vestur í Sørvági. Jean Henri Lespinasse og Aron Reinert Hansen skutu málini hjá toftamonnum eftir steðgin.
Í Streymnesi endaði tað, sum tað so ofta ger hjá Víkingi í ár, við javnleiki. Mikkjal Hellisá legði EB/Streym framum longu í 3. minutti, men Jákup Johansen javnaði, tá 19 minuttir vóru spældir.
Fríggjakvøldið vann NSÍ 2-1 á HB, meðan B36 og KÍ spældu javnt 1-1 leygardagin.
Deildin í trý
NSÍ, B36 og KÍ eru stungin av, nú fyrsti triðingurin er farin afturum. NSÍ hevur 20 stig, B36 hevur 19 og KÍ hevur 17 stig í toppinum.
Í miðjuni eru fýra lið við 11 stigum. Tvey, sum kanska vilja vera longur uppi, HB og Víkingur, og tvey, sum ivaleyst eru væl nøgd higartil, AB og B68.
Í botninum eru Skála og 07 Vestur við sjey stigum og EB/Streymur, sum hevur seks stig. Hvør einstakur dystur er torførur at spáa um í ár eins og deildin yvirhøvur, og tí kann nógv broytast upp á stutta tíð.
Allir favorittarnir vunnu hjá kvinnunum
Tríggir dystir vóru í Meistaradeildini við kvinnum, og allir favorittarnir vunnu.
Elin Maria Isaksen, Julia Naomi Mortensen, Sara Samson Shaki, og Lea Lisberg (2) skutu málini hjá HB í 5-0 sigrinum á 07 Vestur á Dungasandi.
Durita Hummeland, Sólja Ernstsdóttir, Karla Sjóstein og Birita Mohr vóru málskjúttar hjá KÍ í 5-0 heimasigri á Skála.
Í Runavík skoraðu Jonnhild á Sondum, Hjørdis Rasmusdóttir, Fríða Magnussen (2), Mona Rasmusdóttir og Tóra við Gil málini hjá Víkingi í 6-1 sigri á NSÍ. Heidi Sevdal skeyt málið hjá heimaliðnum.
KÍ og HB eru fremst við 16 stigum. Víkingur hevur 12 stig á 3. plássi, og so koma NSÍ (9), Skála (6), B36 (3) og 07 Vestur.



























