Búrhandilin fyllir 170 ár

Búrhandilin fyllir 170 ár
- Fólkið her hevur altíð stuðlað handlinum, og tað er orsøkin, at handilin hevur verið í so nógv ár, sigur Kristoffer Poulsen, sum eigur og rekur Búrhandilin, ið lat upp á fyrsta sinni fyri 170 árum síðani
 
13.05.2026 - 08:57

- Eg føli eina ávísa ábyrgd og hugsi eisini um, hvør kann yvirtaka handilin aftan á meg.

Soleiðis sigur Kristoffer Poulsen, sum saman við konu síni eigur og rekur Búrhandilin í Skopun.

Í dag, 13. mai 2026, fyllir Búrhandilin 170 ár, tí henda dagin í 1856 lat handilin upp á fyrsta sinni.

Seinastu 36 árini hevur Kristoffer Poulsen havt handilin.

- Hetta er ikki bara eitt arbeiði, men faktisk ein lívsstílur, tí at hava ein slíkan handil, tað krevur nógv av tær. Tú mást veruliga tímað tað, sigur Kristoffer Poulsen.

Og ert tú handilsmaður í Skopun, ber illa til at halda frí.

- Um eg veruliga skal hava feriu, so má eg úr oynni ella uttanlands, tí tað vísir seg, at eri eg í Skopun, so fari eg altíð í handilin, sjálvt um eg eigi at halda frí, sigur Kristoffer Poulsen.

Í morgunsendingini greiðir hann frá søguni hjá Búrhandlinum, ið er millum elstu virkandi matvøruhandlar í landinum, og um lívið sum handilsmaður í Skopun.

a_1405-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025