- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pauli og Føroyar annað beinið í HM-endaspælinum

Mesta tosið undan røkkstøkk-dystinum ímóti Bosnia Hersegovina snúði seg um, hvussu føroyska álopsspælið skuldi skipast uttan skadda Elias Ellefsen á Skipagøtu.
Svarið kom í roynd og veru frá føroysku verjuni og einum stórspælandi Paula Jacobsen í málinum, sum bjargaði nærum helvtina av skotunum frá alsamt meir ørkymlaðu mótstøðumonnunum í Tuzla.
Málverjin, sum er á veg til Skövde í bestu svensku deildini, mátti taka nógva ábyrgd, og svaraði kallinum við einum avriki, sum man teljast millum hansara bestu í landsliðsblusuni.
Saman við vælspælandi verjuni helt hann Bosnia Hersegovina frá lívinum og 24-22 sigurin er frálíkt viðføri at hava við sær á longu heimferðini, sum byrjar í kvøld.
Vikararnir stóðu royndina
Pauli Mittún, Rói Ellefsen á Skipagøtu, og Bjarni í Selvindi. Teir tríggir fingu torføru uppgávuna at loysa av í bakketuni fyri akslaskaddu stjørnuna Elias Ellefsen á Skipagøtu, og allir stóðu royndina.
Gamaní, føroyska álopsspælið hevur onkuntíð verið flottari, og fólk høvdu kanska hug at kláa sær í nakkanum, tá Hákun West av Teigum misnýtti tríggjar ferðir á rað av høgra veingi.
Bundesligamaðurin var kortini tryggur úr sjey metrum, og eftir steðgin setti hann ovurspentu bosnisku málverjarnar upp á pláss við fleiri góðum málum. Á hinum vonginum hevur Leivur Mortensen eisini uppiborið eitt orð til heimleiðina. Hann skeyt tvey framúr góð mál, og so gjørdi tað minni, at eitt brotskast fór á málverjan.
Uppdekka til hondbóltsveitslu við Tjarnir
Veruleikin er, at Føroyar høvdu tamarhald á tí mesta í Tuzla. Ein løta í seinna hálvleiki var ikki góð, og heimamenninir skutu seg framum við einum, men annars var royndin frammanfyri væluppløgdu heimafjøldini gott og væl staðin.
Tí stíga menninir á vøllin við Tjarnir leygardagin við øðrum beininum í HM-endaspælinum í Týsklandi í 2027. Kvinnurnar hava verið har. Nú bendir nógv á, at tað skal eydnast monnunum í triðju royndini.
KSPC Mejdan Tuzla (røkkstøkk-dystir til HM-endaspælið)
Bosnia Hersegovina - Føroyar, 22-24 (10-12)
Málskjúttar, Føroyar: Hákun West av Teigum 11 (4), Vilhelm Poulsen 5, Leivur Mortensen 2, Óli Mittún 2, Bjarni í Selvindi 1, Rói á Skipagøtu 1, Pauli Mittún 1, Teis Horn Rasmussen 1



























