Nýggjur fóðurflaki til Bakkafrost

Nýggjur fóðurflaki til Bakkafrost
Torvgjógv, sum hevur 18 fóðurlinjur, er bygdur hjá GroAqua í Póllandi
Torvgjógv við bryggju í Fuglafirði.
 
18.05.2026 - 16:30

Í morgun kom nýggi fóðurflakin Torvgjógv á Fuglafjørð. 

Torvgjógv er nýggjasti fóðurflakin í flotanum hjá Bakkafrosti. Hann er 40 metrar langur og tekur 700 tons av alifóðri.

Torvgjógv, sum hevur 18 fóðurlinjur, er bygdur hjá GroAqua í Póllandi. Við nýggja fóðurflakanum ber til at fóðra 18 aliringar samstundis, sigur GroAqua í tíðindaskrivi.

 

Eisini vitlíki

Fóðurskipan og stýringar eru mentar hjá GroAqua á Kambsdali. Við nýggja forritinum verður vitlíki nýtt til at gagnnýta fóðureygað í aliringinum mundandi betur enn áður.

Fóðurflakin verður í framtíðini rikin við landstreymi, so orkunýtslan verður so umhvørvisvinarlig sum gjørligt. 

Tá ið seinastu royndirnar eru lidnar, og góðkenningarnar frá myndugleikunum eru komnar, fer fóðurflakin í vinnu í Fuglafirði.

Seinasta árið hevur GroAqua latið Bakkafrost fýra nýggjar fóðurflakar í Føroyum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762