Arnfinn Bech: Ikki óvæntað at málið um Galaxy var slept

Arnfinn Bech: Ikki óvæntað at málið um Galaxy var slept
Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum heldur tó ikki, at frágreiðingin hjá ákæruvaldinum er sannførandi
Ákæruvaldið hevur slept skuldsetingini móti skiparanum á Galaxy um hekkuportrið, sum var opið undir sigling til Suðuroyar.
 
20.05.2026 - 13:36

Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, er ikki ovfarin, nú ákæruvaldið hevur boðað frá, at málið um opna hekkuportrið hjá Galaxy 1. septembur í fjør, er slept. 

Fyrradagin segði Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri, at hóast at tað kundi staðfestast, at hekkuportrið á Galaxy var opið á túrinum til Suðuroyar 1. septembur í fjør, so kundi tað ikki prógvast, at portrið var opið við fráferð.

 


Arnfinn Bech. 

 

Men tað heldur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum ikki vera eina sannførandi frágreiðing.

Og Arnfinn Bech hevur ikki álit á, at logbókin hjá Galaxy er álítandi tann dagin, skipið sigldi við opnum hekkuportri.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

20052026_Galaxy_og_Maskinmeistarafelagid

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542