Baltic Cup: Áki Samuelsen tikin út fyri fyrstu ferð

Baltic Cup: Áki Samuelsen tikin út fyri fyrstu ferð
Áki Samuelsen úr svenska felagnum Mjällby er tikin út til A-landsliðið í fótbólti fyrsti fyrstu ferð og skal vísa seg fram til Baltic Cup í juni
Áki Samuelsen, her í grannauppgerð ímóti B36, er úttikin til A-landsliðið fyri fyrstu ferð.
Mynd: Finnur Justinussen/Leit  
 
21.05.2026 - 11:28

Fyrrverandi HB-vongurin, Áki Samuelsen, er tikin út til landsliðið fyri fyrstu ferð.

Tað kunngjørdi Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari, á tíðindafundi í Fótbóltssambandinum í Havn fyrrapartin.

 

260521_LUTTOKAN_NET

 

Áki Samuelsen, sum nú umboðar svenska Mjällby, har hann vann steypakappingina fyri kortum, fær kjansin at vísa seg fram til Baltic Cup fyrst í juni.

 - Tað er ordiliga gott, at vit nú hava tikið Áka út. Tað hevur hann uppiborið. Ætlanin var nokk, at hann skuldi vera við longu í mars, men so bleiv tað bara ein dystur (ímóti San Marino, blaðm.), og U21 hevði ein týðandi dyst at spæla, men nú kom so høvið, segði Eyðun Klakstein. 

 - Nú er tíðin komin til, at Áki skal inn á landsliðið at royna seg, og at vit sleppa at arbeiða saman við honum í hesum samanhanginum, og tað eri eg øgiliga fegin um.  

Í venjingarkappingini skulu Føroyar spæla ímóti Estlandi í hálvfinaluni og treytað av úrslitunum annaðhvørt finalu ella bronsudyst ímóti Lettlandi ella Litava.

Annars kann nevnast, at Silas Eyðsteinsson er við í hópinum fyri Bjarta Vitalis Mørk eftir gott spæl fyri B36, sum eisini hevur fingið eina frálíka byrjan upp á Meistaradeildina.

Andrias Edmundsson stríðist við ein skaða í hælsinuni, og Verona-verjuleikarin skal binda frið í fýra til seks vikur, og er tískil ikki tøkur til Baltic Cup.

 

Landsliðshópurin:

Málverjar
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge, Strømgodset IF (Noreg)
Silas Eyðsteinsson, B36 Tórshavn

Verjuspælarar
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Samuel Johansen Chukwudi, SJK Seinäjoki (Finnland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Viljormur Davidsen, NSÍ Runavík
Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík

Miðvallarar
Jákup Biskopstø Andreassen, KÍ Klaksvík
Géza David Turi, Grimsby Town FC (England)
Noah Hans Mneney, HB Tórshavn
Brandur Hendriksson Olsen, NSÍ Runavík
Jóannes Bjartalíð, FC Kyzylzhar (Kasakstan)
Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík
Hanus Sørensen, NK Triglav Kranj (Slovenia)
Áki Samuelsen, Mjällby AIF (Svøríki)

Framherjar
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Adrian Rúnason Justinussen, AC Horsens (Danmark)
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. mai
Vikuskiftið 23 mei 2026
208733
Fríggjadag 22. mai
LEITISSTEIN 22.05.2026 (Marianna Winter)
208727
Fríggjadag 22. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Marianna Winter
208713
Fríggjadag 22. mai
Morgunlestur fríggjadagur 22.mai 2026
208381
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611