Millum tøkini aftur í útvarpinum

Millum tøkini aftur í útvarpinum
Lurtarar fáa aftur í summar høvi at koma tætt at kappróðrinum og øllum tí, sum rørir seg í róðrarheiminum. Fyrsta sendingin verður seinnapartin í dag
Fyrsta sendingin av Millum tøkini verður send týsdagin 26. mai klokkan 15
Mynd: Høgni Egholm Magnussen  
 
26.05.2026 - 10:48

Summarið nærkast, og nú ljóðar startskotið til enn eitt spennandi róðrarár. 

Nógv vilja tó vera við, at kappingarárið longu er byrjað.  

Eins og undanfarin ár hava ódnartøk verið í vár. Hóast hesi ikki telja við í FM-kappingini, eru tey kortini áhugaverd at fylgja, tí tey geva eina ábending um, hvørjar manningar kunnu gera vart við seg í summar. 

59 manningar løgdu leiðina út á Gøtuvík til ársins fyrstu ódnartøk, har bæði kend og nýggj andlit royndu seg í spennandi róðrum. 

Farna vikuskiftið var seinna umfar av ódnartøkum. Talan var samstundis um fyrstu ferð, at ódnartøk vórðu hildin á Eiði, har heili 64 manningar settu føtur í bekk. 

Úrslitini kunnu síggjast her

Aftur í ár verður tað Ludvík við Stein, sum verður vertur í sendingini. Saman við viðmerkjarum og gestum fer hann at taka pulsin á kappróðrinum millum FM-róðrarnar kring landið. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Kringvarpið fer eisini at spenna seg út saman við føroysku rógvarunum. Í sjónvarpinum verða róðrarnir sendir beinleiðis, men minst líka spennandi er at meta og tosa um úrslit, rák, manningar og søgur yvirhøvur í róðrarumhvørvinum.

Tað er júst hetta, sum Ludvík við Stein fer at gera í sendini "Millum tøkini".

Í sendingini verður hugt nærri at manningunum, kappingini og serliga huglagnum, sum eyðkennir føroyskan kappróður. Við práti, kjaki og gestum verður farið undir eitt nýtt róðrarsummar, har bæði lurtarar og róðrarfólk kunnu fylgja við ímillum stevnurnar. 

Fyrsta sendingin av Millum tøkini verður send týsdagin 26. mai klokkan 15, og síðan verður sent regluliga gjøgnum summarið fram til Ólavsøku. 

 

FM-róðrarnir í 2026 verða:

30. mai: Norðoyarstevna 
13. juni: Eystanstevna í Runavík 
20. juni: Jóansøka í Vági 
4. juli: Fjarðastevna í Vestmanna 
11. juli: Vestanstevna í Miðvági 
18. juli: Sundalagsstevna í Hósvík 
28. juli: Ólavsøka 

Sendingarnar av Millum tøkini verða:

Millum tøkini #1: Týsdagin 26. mai 
Millum tøkini #2: Týsdagin 2. juni  
Millum tøkini #3: Týsdagin 16. juni  
Millum tøkini #4: Týsdagin 23. juni 
Millum tøkini #5: Týsdagin 7. juli   
Millum tøkini #6: Týsdagin 14. juli   
Millum tøkini #7: Týsdagin 21. juli   
Millum tøkini #8: Hósdagin 30. Juli 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107