58 bátar kappast í FM-róðrunum á norðoyastevnu

58 bátar kappast í FM-róðrunum á norðoyastevnu
Smáir 60 bátar rógva fyrsta FM-kappróðurin á norðoyastevnu, meðan 36 barnamanningar seta føtur í bekk
Mynd: Jan Herman Hansen/RSF  
 
28.05.2026 - 10:14

Tá seinasta skotið ljóðar á norðoyastevnu leygardagin, eru 58 bátar komnir um mállinjuna.

Tað eru 10 færri enn í fjør, tá 68 manningar vóru við í Klaksvík til ársins fyrsta føroyameistararóður. Hinvegin eru heili 36 barnamanningar við.

Startskotið til fyrsta róðurin ljóðar kl. 15.20, tá 5-mannaførini hjá dreingjum 14-16 ár rógva. Eftir ætlan rógva 5-mannaførini hjá kvinnum síðsta róðurin klokkan 18.00.

Startskotið til 10-mannafarsróðurin, har Ormurin Langi og Havnarbáturin skulu royna at taka Klaksvíkingin á heimsjógvi, ljóðar eftir ætlan klokkan 17.40.

 - Ormurin hevur okkurt at prógva, nú teir eru konir aftur, men ag vænti, at Klaksvíkingur hevur okkurt útistandandi við Havnarbátin sum vil nakað í Klaksvík enntá, segði Sarita Kristina Hansen í kappróðrarsendingini "Millum tøkini" týsdagin.

SÍ EISINI: Kortini eru blandað av nýggjum hjá 10-mannaførunum

 

Eingin Jarnbardur

Størsta broytingin sær út til at vera hjá 6-mannaførum við kvinnum, har Jarnbardur hjá Knørri ikki er við í ár. Í fjør høvdu tær bara Hósvíking at rógva ímóti, men í ár leggja níggju 6-mannafør til start á Klaksvík.

 - Eg veit, at tær, sum hava róð við Firvaldi í nógv á, koma við Froðbingi og fleiri royndar sílakvinnur sita umborð á Víkingi, og so er tað Sølmundur, sum er afturkomin eftir nøkur ár burturfrá kappróðrinum, so har eru nakrir rímuliga góðir kandidatar, segði Sarita Kristina Hansen

 - Eg vænti, at tað verður ótrúliga spennandi, og eg verði ikki kløkk, um vit fáa fleiri ymsar vinnarar, segði royndi rógvarin.

   HOYR EISINI: Millum tøkini #8: Undan norðoyastevnu

Í fjør róðu níggju bátar í 5-mannafarsróðrinum hjá kvinnum, men í ár talið minkað niður í fimm.

Kringvarpið vísir norðoyastevnukappróðurin beinleiðis í sjónvarpinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV