Tingfundir í 304 tímar

Tingfundir í 304 tímar
Løgtingið er farið í summarfrí. Men landsstýrismálanevndin hevur fund í dag
Løgtingið endaði sum vant tingsetuna við tjóðsanginum.
Mynd: Løgtingið.  
 
29.05.2026 - 06:27

Løgtingið er farið í summarfrí 

Síðani á ólavsøku í fjør, tá tingárið 2025-2026 byrjaði, hevur løgtingið havt 59 fundir, 304 tímar. 

110 mál eru løgd fram umframt frágreiðing løgmans á ólavsøku.

Tríggir skrivligir fyrispurningar eru settir og 85 munnligir fyrispurningar.

20 ófráboðaðir fyrispurningar vóru. 

114 grein 52a spurningar eru settir. 

Fíggjarnevndin hevði 37 fundir, rættarnevndin 19, trivnaðarnevndin 18, uttanlandsnevndin 15, vinnunevndin 12 og mentanarnevndin hevði 12 fundir.
 
Kemur einki serligt mál, verður tingfundur ikki aftur fyrr enn á ólavsøku.

Landsstýrismálanevndin

Men landsstýrismálanevndin hevur fund seinnapartin í dag um klagumál.

Fyrr í vikuni kom fram, at Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, er kærdur til landsstýrismálanevndina, tí løgtingið ikki fekk øll skjøl í sambandi við lógaruppskotið um at broyta sjófeingislógina.

Ikki var sagt, hvør hevur kært.

Men sum skilst er ikki talan um tingfólk. 

Erhard Joensen, formaður í landsstýrismálanevndini, vil ikki siga meira nú enn, at nevndin hevur fingið eitt mál.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938