- Tíðindi, mentan og ítróttur
Christian Andreasen kærir avgerð um ógegni

Christian Andreasen, advokatur, er ógegnigur at vera verji hjá Janusi Petersen, fyrrverandi stjóra í Føroya Banka. Tað hevur Føroya rættur gjørt av í einum úrskurði, har tilnevningin av Christiani Andreasen til verja samstundis verður afturkallað. Rætturin kom við sínum úrskurði á middegi í gjár, fríggjadagin 29. mai, og Christian Andreasen gjørdi beinanvegin av, at hann fer at kæra avgerðina til Tann serliga kærurættin, sum er kærumyndugleiki í slíkum málum.
Christian Andrasen bleiv eftir ynski frá Janusi Petersen sjálvum tilnevndur sum verji, tá ákæra um mvg-svik varð reist ímóti fyrrverandi bankastjóranum í fjør heyst. Men undir rættarviðgerðini heldur ákæruvaldið seg hava fingið ábendingar um, at Christian Andreasen sum advokatur eisini hevur havt ein ráðgevandi leiklut í virkseminum hjá Janusi Petersen. Millum annað hevur ákæruvaldið víst á, at Christian Andreasen vegna Janus Petersen stovnaði og skrásetti feløgini Frami og Frami Bygging, og hann hevur eisini hjálpt við at skriva skeyti í sambandi við sølu av íbúðum. Ákæran um mvg-svik snýr seg um virksemið hjá Janusi Petersen við bygging og sølu av fastogn í hesum báðum feløgunum.
Christian Andreasen sigur, at hann bara hevur hjálpt við onkrum formalitetum, sum ein advokatskrivari tað sama kundi havt gjørt, áðrenn hann bleiv tilnevndur sum verji, men at hann ikki hevur havt nakað millumverandi við Janus Petersen og hansara virksemi, sum ávirkar gegnið. Tí kærir hann avgerðina hjá Føroya rætti.
Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri, sum vildi hava Føroya Rætt at taka støðu til gegnið hjá Christiani Andreasen, sigur, at tað er týdningarmikið fyri álitið á skipanina, at tað ikki kann verða sáddur ivi um gegnið hjá pørtunum - hvørki dómara, ákæra ella verja - men hevur ongar viðmerkingar til úrskurðin hjá Føroya rætti.
§ 744. Beskikkelsen kan tilbagekaldes, når
2) betingelserne efter § 743, stk. 3, for at nægte beskikkelse af den pågældende kommer til at foreligge,
3) sigtede anmoder om beskikkelse af en ny forsvarer og ikke tidligere har haft lejlighed til at anmode om en bestemt forsvarer,
4) sigtede anmoder om beskikkelse af en ny forsvarer og dennes medvirken ikke vil forsinke sagens behandling eller
5) sigtede anmoder herom og selv har sørget for sit forsvar uden udgift for det offentlige, og uden at sagens behandling forsinkes.
Stk. 2. Efter anmodning træffes afgørelser efter stk. 1, nr. 2, af retten ved kendelse.



























