Rubio: Samráðingarnar við Danmark og Grønland ganga væl

Rubio: Samráðingarnar við Danmark og Grønland ganga væl
Amerikanski uttanríkisráðharrin var í hoyring í umboðsmannatinginum í gjárkvøldið, og hann segði, at í løtuni er Grønland partur av danska kongsríkinum
Marco Rubio, uttanríkisráðharri, sigur, at USA er framvegis í NATO, og forsetin fer til Turkalands á NATO-toppfund.
Mynd: Jonathan Ernst/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
04.06.2026 - 07:51

- Samráðingarnar millum Danmark, Grønland og USA eru í góðu stima.

Tað segði amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, í hoyring í amerikanska umboðsmannatinginum í gjárkvøldið.

Sarah McBride, limur í kongressini fyri demokratarnar, spurdi uttanríkisráðharran, um hann veit, at Grønland er partur av danska kongsríkinum. 

- Í løtuni er Grønland tað, segði Marco Rubio í svari sínum til Sarah McBride, sum umboðar statin Delaware í umboðsmannatinginum.

 Uttanríkisráðharrin var eisini spurdur, um USA skal eiga eitt øki fyri at verja tað, og sipaði til røðuna hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, á ráðstevnuni World Economic Forum í sveisiska býnum, Davos, í januar mánaði. 

Í røðuni tá segði amerikanski forsetin millum annað, at "tað er neyðugt at eiga fyri at verja".

 

Máar støðið undan NATO-sáttmálanum

McBride legði aftrat, at útsøgnin hjá Trump, forseta, tá hann segði, at "tað er neyðugt at eiga fyri at verja," máar støðið undan grein 5 í NATO-sáttmálanum, at eitthvørt álop á limaland í NATO skal metast sum álop á øll londini í NATO.

Spurdur, um uttanríkisráðharrin kann veita vissu fyri, at USA fer at verja eitthvørt limaland í NATO, sum lopið verður á, segði Rubio, at stjórnin hjá Trump ongar ætlanir hevur um at fara úr NATO:

- USA er framvegis í NATO, og forsetin fer til Turkalands á NATO-toppfund, segði hann.

Men týðandi broytingar mugu gerast í NATO-samstarvinum, og tað hevur forsetin gjørt púra greitt, segði amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, millum annað.

NATO hevur toppfund í turkiska høvuðsstaðnum, Ankara, 7. til 8. juli, skrivar AP-tíðindastovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155