Smyril: Stuttligt tá ein bátur í bygdini vinnur

Smyril: Stuttligt tá ein bátur í bygdini vinnur
Smyril úr Vági dró longra stráið í harðari kapping við Froðbing í 6-mannafarsróðrinum hjá monnum, og tí er spenningurin í Suðuroy stórur til komandi stevnur
Smyril vann á norðoyastevnu, men Froðbingur ætlar sær at svara aftur á eystanstevnu
Mynd: Jan Herman Hansen/RSF  
 
04.06.2026 - 09:48

Kappróðrarlagið í Vági er gott, eftir at tað eydnaðist Smyrli at vinna 6-mannafarsróðurin hjá monnum á norðoyastevnu í harðari kapping við Froðbing úr Froðbiar Sóknar Róðrarfelag.

 - Tað er heilt sikkurt. Tað er stuttligt, tá ein bátur í bygdini vinnur, og vit føla tað væl, tá vit ganga eftir vegnum ella koyra bil, at fólk heilsa ella floyta, segði Janus Augustinussen í "Millum tøkini" týsdagin.

Róðurin í Klaksvík var javnur og spennandi, og Smyril kom á mál smá tvey sekund frammanfyri grannarnar. Í triðja plássi var Sundabáturin smá fimm sekund aftanfyri vágbingarnar, so tað er ikki óhugsandi, at norðingarnir blanda seg upp í toppstríðið eisini.

HOYR EISINI: Millum tøkini #9 Norðoyarstevnuróðurin

Gunnar í Dali av Froðbingi var sum vera man ikki heilt nøgdur við 2. plássi, og ætlar sær eitt pláss longur upp á Eystanstevnu 13. juni.

 - Ja, tað gera vit, segði hann við Ludvík við Stein.

 - Á norðoyastevnu er altíð eitt sindur av spenningi og nervum og eitt sindur av panikki. Nú havi eg roynt tað nakrar ferðir, men kanska restin av manningini ikki hevur roynt tað so ofta, segði Gunnar í Dali, sum rør fyri síðstu ferð í ár.

Hann avdúkaði eisini, at teir funnu útav, at tvær árar vóru sprekkaðar beint áðrenn start, og at menn av tí sama vóru eitt sindur varnir. 

 - Tann panikkurin verður so ikki har næstu ferð. 

SÍ EISINI: Norðoyastevnan 2026

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847