Kirkjuráðsformaðurin: Arbeiðið kundi byrjað morgin

Kirkjuráðsformaðurin: Arbeiðið kundi byrjað morgin
Fróði Olsen, kirkjuráðsformaður, sigur, at kravdi triðingurin av byggikostnaðinum av nýggju kirkjuni á Argjum er til, og hann hevur vónir um, at arbeiðið byrjar skjótt
Ætlanin hevur verið, at nýggja kirkjan á Argjum skal standa liðug í 2028, tá Argir verða 200 ár.
 
08.06.2026 - 11:20

Leingi hevur kjak verið um, hvar nýggja kirkjan á Argjum skuldi standa. Nú er staðsetingin greið. Men kjakið um pengarnar heldur fram.

Tí meðan Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum sigur, at kirkjusóknin framvegis ikki hevur tann kravda triðingin av byggikostnaðinum, so sigur Fróði Olsen, kirkjuráðsformaður á Argjum, tað øvugta - nevniliga, at pengarnir eru til, og at arbeiðið í prinsippinum kundi byrjað longu í morgin.

 


Fróði Olsen. (Mynd av Facebook-vanga)

 

83 milliónir

Seinasta kostnaðarmetingin ljóðar upp á góðar 83 milliónir krónur, og sambært svarinum hjá landsstýrismanninum, verður einki byggiloyvi givið, fyrr enn kirkjusóknin hevur ein triðing av byggikostnaðinum.

Kirkjuráðsformaðurin sigur, at tey kenna seg eitt sindur kroyst viðvíkjandi tíðarætlanini, tí eftir ætlan skuldi nýggja kirkjan standa liðug í 2028, tá Argir verða 200 ár.

Fróði Olsen hevur góðar vónir um, at farið verður undir arbeiðið skjótt.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

08062026_Frodi

 


Jógvan Fríðriksson. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Jógvan Fríðriksson, biskupur, sigur, at talan er framvegis um ein tulkingarspurning, og tí er einki nýtt í svarinum frá landsstýrismanninum: 

 

08062026_Bispur

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424