Stjórasetan á Sjónámi bíðar eftir bygnaðarbroytingum

Stjórasetan á Sjónámi bíðar eftir bygnaðarbroytingum
Virksemið hjá teimum báðum sjóvinnuskúlunum eigur at vera betur samskipað, heldur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður
Sjónám í Klaksvík.
 
11.06.2026 - 08:04

Kanska skulu bygnaðarbroytingar gerast fyrst, áðrenn Sjónám fær nýggjan leiðara.

Kannað verður, um møguligar bygnaðarligar broytingar skulu gerast, so betri samanhangur verður í maritima útbúgvingarvirkseminum.

Undirvísingarstýrið er biðið um at skriva tilmæli um hetta í samráði við báðar maritimu skúlarnar og onnur viðkomandi.

Tað sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, í svari til Hermann R. Samuelsen, løgtingsmann.

Hann spurdi, hví ikki er lýst eftir nýggjum leiðara til Sjónám.

 

Blátt miðnám

Landsstýrismaðurin sigur, at ætlanin er at seta nýggjan leiðara í Sjónámi, so skjótt sum støða er tikin til bygnaðarligu viðurskiftini.  

Hann sigur eisini, at álit verður í løtuni skrivað um tað, sum eitur blátt miðnám.

Virksemið hjá teimum báðum sjóvinnuskúlunum eigur at vera betur samskipað, heldur Bárður á Lakjuni.

Umhugsað hevur til dømis verið at flutt Brandskúlan til Sjónám í Klaksvík, stendur í svarinum.

Les svarið her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375