Hotel KG letur upp 1. juli

Hotel KG letur upp 1. juli
Trýst er í løtuni á at fáa Hotel KG í Klaksvík klárt at taka ímóti fyrstu gestunum 1. juli klokkan trý
Hotel KG letur upp fyrsta juli
Mynd: Símun Gullaksen  
 
12.06.2026 - 08:37

- Tað gongur væl, ella tað skal ganga, sigur Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist, sum ferr at reka Hotel KG í Klaksvík.

Ein rúgva av hondverkarum og starvsfólk eru í ferð við at gera hotellið klárt, sum skal taka ímóti teimum fyrstu gjaldandi gestunum 1. juli.

- Ætlanin er at hava eina upplatingarhátíðarløtu nakar dagar,  áðrenn hotellið letur upp, sigur Johannes Jensen.

Henning Larsen arkitektar hava teknað hotellið.

Hotellið hevur 83 kømur, har er ein kafe og matstova, ein fínari matstova til 55 fólk, ein veitsluhøll til umleið 300 sitandi gestir, og ein stórt vælveruøki.

Reiðaríið Christian í Grótinum byggir og eigur hotellið, men tað verður ikki upplýst, hvat endaligi kostnaðurin av hotellinum er.

Avtala er gjørd við Gist & Vist um at reka hotellið.

 

a_1539-5_SITE01

 

Lurta eftir samrøðuni við Johannes Jensen í Summarmorgni

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659