Marius Borg Høiby krevur at sleppa úr varðhaldinum

Marius Borg Høiby krevur at sleppa úr varðhaldinum
Sonur norsku krúnprinsessuna er dømdur fýra ára fongsul
Marius Borg Høiby er í rættinum í Oslo dømdur fýra ára fongsul.
 
15.06.2026 - 11:59

Marius Borg Høiby, sonur norsku krúnprinsessuna Mette-Marit, sum í morgun var dømdur fýra ár í fongsul, krevur nú at verða latin leysur úr varðhaldinum.

Tað kom fram, eftir at dómurin var lisin upp. 

Í síðstu viku bað Marius Borg Høiby um at verða latin leysur, orsakað av heilsustøðuni hjá mammu síni, men hann fekk ikki viðhald.

29 ára gamli Marius Borg Høiby var ákærdur fyri fýra neyðtøkur, umframt harðskap í fleiri førum. Tilsamans var talan um 40 lógarbrot.

Hann var dømdur fyri at hava framt tvær neyðtøkur, men fríkendur fyri hinar báðar. Eisini var hann funnin sekur í fleiri øðrum ákærupunktum.

Neyðtøkurnar, ið Marius Borg Høiby er dømdur fyri at hava framt, fóru fram í 2018 og í 2024. 

 


Sturla Henriksbø, ákæri. (Mynd: NTB/Ritzau Scanpix)

 

Ákæruvaldið kravdi sjey ár og sjey mánaðir

Ákærin Sturla Henriksbø segði undir dómsviðgerðini, at at Marius Borg Høiby skuldi dømast fyri 39 av teimum 40 lógarbrotunum, sum hann var ákærdur fyri. 

Hann vísti á trý eyðkenni fyri atburðin hjá Høiby:

- Fyrsta eyðkenni er, at hann hevur onga virðing fyri siðvenjum og reglum, bæði í sambandi við løgreglu, ferðslureglur og tilhald.

- Annað eyðkenni er, at "hetta er ein maður, sum tekur málið í egnar hendur, og ikki er upptikin av at kanna, um kvinnur halda, at tað er í lagi hjá honum at nerta við tær, filma tær ella líknandi."

- Og triðja eyðkenni er "ein maður við einum trupulleika við stýra síni vreiði, sum er øvundsjúkur - og sum, serliga tá hann er rúsaður, kann missa tamarhaldið á sær sjálvum."

- Vit meta, at rætturin hevur fingið sera gott grundarlag at døma út frá teimum prógvum, vit hava lagt fram. Ikki minst útsagnirnar frá kvinnunum, men eisini filmarnir, sum vit meta vísa upprunan til ella sjálvar neyðtøkurnar, segði Henriksbø við Dagbladet.

Ákæruvaldið kravdi fongsulsrevsing í sjey ár og sjey mánaðir. Marius Borg Højby hevur viðgingið seg sekan í nøkrum ákærupunktum, og verjar hansara hildu at fongsul í hálvt annað ár var á eini leið.

Dómararnir í Oslo Tingrett vóru samdir um, at revsingin skuldi vera fýra ár í fongsul.

Dómurin er tilsamans 128 síður.

 


Ellen Holager Andenæs og Petar Sekulic hava verið verjar í rættarmálinum móti Marius Borg Høiby. (Mynd: NTB/Ritzau Scanpix)

 

Umhugsa at kæra

- Vit fara sjálvandi at umhugsa, um vit skulu kæra álvarsligu brotini, sum hann er dømdur fyri, og sum hann ikki játtaði seg sekan í, sigur annar verjin hjá Høiby, Ellen Holager Andenæs, við NRK.

Norska kongshúsið hevur onga viðmerking til dómin.

Marius Borg Høiby skal rinda tilsamans 640.000túsund norskar krónur í endurgjaldi til tey fýra offrini. Tað svarar til góðar 435.000 krónur í okkara peningi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 8mf
211095
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf kvinnur
211090
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 14-16
211086
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir
211084