Felags tilbúgvingin í Norðurlondum styrkjast

Felags tilbúgvingin í Norðurlondum styrkjast
Norðurlendsku samstarvsráðharrarnir hava havt fund í Havn
Norðurlendsku samstarvsráðharrarnir uttan fyri Norðurlandahúsið
Mynd: Finnur Justinussen  
 
16.06.2026 - 15:28

Felags tilbúgvingin í Norðurlondum skal styrkjast.

Ein nýggj, felags norðurlendsk nevnd skal setast at styrkja handfaringina av felags avbjóðingum, fremja vitanardeiling og fáa fleiri geirar við í eitt meira skipað og tvørgangandi samstarv á norðurlendskum stigi.

Tað er niðurstøðan eftir fundin hjá norðurlendsku samstarvsráðharrunum, sum varð hildin í Havn í gjár.

 


(Mynd: Finnur Justinussen)

 

Nýggja nevndin skal skapa ein meira samanhangandi og strategiskan karm fyri samstarvið um samfelagstrygd og tilbúgving í norðurlondum, siga samstarvsráðharrarnir í felags fráboðan.

Samstarvsráharrarnir hava givið skrivstovuni hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum heimild at menna nýggju skránna um tilbúgving, upplýsir uttanríkismálaráðið í tíðindaskrivi seinnapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040