Franskur málkongur: Mbappé upp um Giroud

Franskur málkongur: Mbappé upp um Giroud
Við tveimum málum ímóti Senegal tryggjaði Kylian Mbappé Fraklandi 3-1 sigur á Senegal og yvirhálaði samstundis Olivier Giroud sum fremsti franski landsliðsmálskjúttin
Leingi livi: Kylian Mbappé er nú franskur málkongur við 58 málum fyri landsliðið
Mynd: Caean Couto/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
16.06.2026 - 22:57

Við tveimum málum ímóti Senegal tryggjaði Kylian Mbappé Fraklandi 3-1 sigur á Senegal í New Jersey í kvøld.

Tá Real Madrid-stjørnan skoraði til 3-1 við flottum langskoti í yvirtíðini, kom hann upp á 58 mál og yvirhálaði Olivier Giroud sum mest skorandi landsliðspælarin hjá Fraklandi.

Fraklendingurin kom samstundis upp á 14 HM-mál og skeyt seg eitt mál fram um argentinsku heimsstjørnuna Lionel Messi og landsmannin Just Fontaine og upp undir liðina á týska bumbaranum Gerd Müller.

Nú eru bert Ronaldo úr Brasil (15) og týskarin Miroslav Klose (16) frammanfyri Mbappé á HM-toppskjúttaralistanum. 

Lív kom í dystin eftir steðgin, tá ein sera vælspælandi Michael Oliseh fann Mbappé, sum setti bóltin lágt í handara horn. Innskifti Bradley Barcola økti til 2-0, áðrenn Ibrahim Mbaye minkaði um munin í 95. minutti.

Beint eftir gjørdist Mbappé søguligur við skoti úr 30 metrum, og Frakland kundi krýna sín nýggja málkong.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776