Geopark Suðuroy: Gera klárt at søkja eftir starvsfólki

Geopark Suðuroy: Gera klárt at søkja eftir starvsfólki
Allar kommunurnar í Suðuroy eru einmælt samdar um at arbeiða fram ímóti at fáa eina UNESCO geopark í Suðuroy
Akraberg, Suðuroy.
 
24.06.2026 - 09:37

Góð 30 umboð fyri kommunurnar í Suðuroy hava verið til fund í Mentanarhúsinum SALT at umrøða møguleikan at stovna Geopark Suðuroy.

Fundurin endaði við greiðari semju um, at arbeiðast skal víðari við at stovna eina geopark fyri alla oynna. Nú verður farið í gongd við at søkja stuðul og so skjótt sum hann er komin í hús, skulu tvey fólk setast í starv at arbeiða burturav við Geopakini, sigur Lis Mortensen, sum er náttúrulandafrøðingur hjá Jarðfeingi.

Tað var fyrireikingarbólkurin fyri Geopark Suðuroy, sum skipaði fyri fundinum í SALT. Í fyrireikingarbólkinum eru umframt Jarðfeingi, eisini Tjóðsavnið, Visit Faro Islands og stjórin í Mentanarhúsinum SALT, Ólavur Rasmussen.

 Fyrireikingarbólkurin var fyrr í summar, saman við øllum borgarstjórunum í Suðuroy, og vitjaði eina UNESCO Geopark á fyn í Danmark, har fleiri kommunur samstarva um Geoparkina. Í gjár hittust tey so til ein uppfylgjandi fund í Mentanarhúsinum SALT.

 

Lis Mortensen, náttúrulandafrøðingur á Jarðfeingi, sum er í fyrireikingarbólkinum fyri Geopark Suðuroy.

 

Á fundinum varð millum annað víst á, at Suðuroy er ein jarðfrøðilig náttúruperla í altjóða samanhangi. Oyggin rúmar søgum um elsta partin av Føroyum og um eldgosini, sum vóru við til at mynda Norðuratlantshavið. Samstundis eru náttúra, lívfrøði, mentanararvur og søga tætt knýtt at hesum landslagnum.

Ein UNESCO Global Geopark byggir á tríggjar hornasteinar: vernd av náttúru- og jarðfrøðiligum virðum, útbúgving og miðlan av vitan, og burðardygga menning við støði í staðbundnum tilfeingi. Endamálið er ikki at friða eitt øki, men at skapa menning og virði við støði í teimum serligu eginleikunum, sum økið hevur. Tað skrivar fyrireikingarbólkurin í tíðindaskrivi.

Hoyr samrøðuna við Lis Mortensen, náttúrulandafrøðing, sum var í tíðindunum.

 

1819104

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098