Nýggjasta skipið hjá Navigare eitur Hav Leiti

Nýggjasta skipið hjá Navigare eitur Hav Leiti
Hetta er fyrsta av fýra systurskipum, sum Navigare Shipping letur byggja í Hollandi
Hav Leiti er klárt at doypa.
Mynd: Navigare Shipping  
 
24.06.2026 - 15:59

Seinnapartin varð nýggjasta skipið hjá Navigare Shipping, MV Hav Leiti, doypt í Harlingen í Hollandi.

MV Hav Leiti er fyrsta av fýra systurskipum, sum Navigare Shipping letur byggja. Skipið er munandi størri enn tey skip, sum reiðaríið hevur í flotanum í dag. Tað er 90 metrar langt, góðar 15 metrar breitt og smá 4000 bruttotons. 

 


Nógv fólk í Harlingen, tá Hav Leiti fekk navn.

 

Skipið er eitt sonevnt General Cargo-skip, og sambært reiðarínum er stórur dentur lagdur á umhvørvisvinarligar loysnir, grøna orkunýtslu og at minka um útlátið. 

Maskinaríið er diesel-elektriskt, og skipið verður rikið við fýra el-motorum. Eisini er gravimaskinan á dekkinum el-rikin, sum er við til at minka um bæði orkunýtslu og útlát.

Hini trý systurskipini hjá MV Hav Leiti verða eftir ætlan latin reiðarínum Navigare seinni í ár og næsta ár.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040