- Tíðindi, mentan og ítróttur
33 fólk bjargað úr húsatoftum í Venesuela

33 fólk eru um vikuskiftið bjargað úr húsatoftunum eftir jarðskjálvtarnar í Venesuela í síðstu viku.
Tað upplýsir virkandi forsetin í landinum, Delcy Rodriguez, sambært BBC.
Millum tey bjargaðu eru tveir 11 ára gamlir dreingir, sum vóru funnir á lívi í niðurrapaðum bygningum í gjár.
Fleiri túsund fólk eru ikki komin afturíaftur eftir jarðskjálvtarnar.
72 tímar avgerandi
Hjálparfelagsskapir eru vanir siga, at fyrstu 48 til 72 tímarnir eftir eina vanlukku eru avgerandi at finna fólk á lívi.
Gjáranáttina vóru 72 tímar farnir, síðani jarðskjálvtarnir vóru har norðuri í Venesuela.
Almenna talið á deyðum var í gjár komið upp á 1450.
BBC veit at siga, at 46.000 fólk eru ikki komin afturíaftur.




























