Seinasta orðið ikki sagt um løg til e-sigarettir

Seinasta orðið ikki sagt um løg til e-sigarettir
Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, sigur, at hon ætlar at kanna, um fólk í Føroyum ikki kunnu fáa lógliga atgongd til løgin
Í eina tíð eru fólk sloppin at bíleggja og innflyta nikotinløg til e-sigarettir. Men hetta er ikki longur loyvt sambært lógarbroyting. (Savnsmynd)
 
06.07.2026 - 08:06

Seinasta orðið er ikki sagt um nikotinløg til e-sigarettir.

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, sigur, at hon ætlar at kanna, um fólk í Føroyum ikki kunnu fáa lógliga atgongd til løgin.

Tað ber ikki til at keypa nikoktinløg á netinum, tí hann verður roknaður sum heilvágur.

Ben Arabo, løgtingsmaður, spurdi landsstýriskvinnuna, hvussu hetta ber til.

 

Apoteksverkið einkarrætt

Nikotin er heilivágur, og tí kann bara Apoteksverkið innflyta nikotin til Føroya.

Í eina tíð eru fólk sloppin at bíleggja og innflyta nikotinløg til e-sigarettir. Men hetta er ikki longur loyvt sambært lógarbroyting.

Eyðdis Hartmann Niclasen sigur, at Heilsu- og Orkumálaráðið í januar fekk ein fyrispurning frá landsapotekaranum, um nikotinløgur til e-sigarettir er heilivágur ella tubbaksvøra.

Heilsu- og Orkumálaráðið kannar hetta, og fer at svara landsapotekaranum eftir summarfrítíðina.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114