KÍ til Luksemburg við eitt máls leiðslu

KÍ til Luksemburg við eitt máls leiðslu
Oussama Ali og Páll Klettskarð skutu málini hjá klaksvíkingum í 2-1 sigri á Atert Bissen í fyrsta umfari í Champions League í heimadystinum við Djúpumýru
Oussama Ali og Páll Klettskarð skutu hvør sítt mál í 2-1 sigrinum á Atert Bissen týskvøldið
Mynd: Finnur Justinussen/Leit  
 
07.07.2026 - 21:39

Oussama Ali og Páll Klettskarð skutu málini, sum tryggjaðu KÍ tepran eitt máls heimasigur á Atert Bissen í fyrra dystinum í fyrsta umfarið av Champions League.

Oussama Ali skallaði KÍ framum, tá eitt lítið korter var spælt, og fimm minuttir eftir steðgin økti Páll Klettskarð til 2-0.

Tíverri fingu klaksvíkingar ikki hildið nullið, tí bert tveir minuttir seinni minkaði Tiago Rodriguez Da Costa um munin til 2-1. 

Bæði liðini høvdu kjansir eftir hetta, men einki mál kom afturat, og tí skal KÍ til Luksemburg í næstu viku við teprum sigri í skjáttuni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Nýtt ljóð
213419
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232