Zelensky biður NATO um hjálp

Zelensky biður NATO um hjálp
Ukrainski forsetin ætlar at brúka NATO-toppfundin til at royna at útvega betri loftverjuskipanir og -vápn
Volodymyr Zelensky, forseti, og NATO-aðalskrivarin, Mark Rutte.
Mynd: Stoyan Nenov/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
07.07.2026 - 14:45

Í seinastuni hava russar skotið ógvusligar ríður av rakettum móti urainska høvuðsstaðnum Kyiv, og nú biður ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, NATO-lond um hjálp.

Hann kom í morgun til turkiska høvuðsstaðin, Ankara, har hann skal vera við á NATO-toppfundinum, sum er í dag og í morgin.

Sambært bretska kringvarpinum, BBC, ætlar Zelensky at brúka NATO-toppfundin til at royna at útvega ukrainum betri loftverjuskipanir og -vápn.

Veikleikarnir í ukrainsku loftverjuni sóust týðiliga undir hørðu russisku álopunum á Ukraina hósdagin og gjáranáttina, tá hópin av rakettum raktu Kyiv, millum annað íbúðarbygningar. 

Meira enn 50 fólk tilsamans lótu lív í álopunum.

Ukraina tørvar loftverjuskipanir, sum er førar fyri at skjóta russisku rakettirnar niður ella oyðileggja tær.

 

Ukraina oyðilagt russisk oljureinsiverk

Russisku álopini eru komin í kjalarvørrinum á fleiri væleydnaðum ukrainskum dronuálopum inni í Russlandi, har tað millum annað hevur eydnast teimum at oyðileggja fleiri oljureinsiverk.

Tí er álvarsligt trot á brennievni í Russlandi í løtuni, og streymurin er óstøðugur.

Herdu russisku rakettálopini eru helst eitt aftursvar uppá ukrainsku dronuálopini, og hava avdúkað, hvussu illa útgjørd ukrainska loftverjan er.

Undan NATO-toppfundinum segði Zelensky, sambært BBC, at hann vónaði, at talan ikki bara bleiv um ein fund uttan innihald.

Hann kann í hvussu er rokna við vælvild frá aðalskrivaranum í NATO, Mark Rutte, tí hann mælti undan fundinum limalondunum til at "gera sítt arbeiði og tryggja, at Ukraina fær tað, tey hava brúk fyri, fyri at kunna verja sín suverenitet."


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521