Givnir at elta skipið hjá Paul Watson

Givnir at elta skipið hjá Paul Watson
Hóast Þór nú er farin til aðrar uppgávur, veit íslendska vaktar- og bjargingartænastan altíð, hvar Bandero er
Bandero er nú vestan fyri Ísland. (Savnsmynd: Heimasíðan hjá Paul Watson Foundation)
 
08.07.2026 - 08:28

Skipið hjá islendsku vaktar- og bjargingartænastuni, Þór, er givið at elta Bandero, skipið hjá Paul Watson.

Þór hevur seinastu dagarnar fylgt við Bandero.

Bandero hevur verið í íslendskum sjógvi í eina viku, men hevur ikki funnið hvalabátarnar.

Hóast Þór nú er farin til aðrar uppgávur, veit vaktar- og bjargingartænastan altíð, hvar Bandero er.

Hon kann tí gera skjótt av, um tað krevst.

 

Bjóða fólki pengar

Paul Watson og hansara fólk bjóða nú øllum, sum kunnu siga teimum, hvar hvalabátarnir eru, 13.000 krónur í okkara pengum.

Tað kunngjørdu tey á miðlinum Instagram í gjátkvøldið.

Umframt manningina vóru fimm servandir politistar og fýra servandir menn hjá vaktar- og bjargingartænastuni við Þóri.

Bandero er vestan fyri Ísland.

Ein uppgáva, sum Þór fór til, var at flyta 35 tons av vatni í Flatey, tí har er skerpingur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329