Tóku 30.000 tons av laksi í øðrum ársfjórðingi

Tóku 30.000 tons av laksi í øðrum ársfjórðingi
Nógv tað mesta var tikið í Føroyum
Miðalvektin á laksinum í Føroyum var 5,6 kilo. Hon var 5,2 kilo í Skotlandi. (Savnsmynd)
 
08.07.2026 - 07:51

Bakkafrost tók 30.000 tons av laksi í øðrum ársfjórðingi.

Nógv tað mesta, 26.700 tons, vóru tikin í Føroyum.

Bara 3.200 tons vóru tikin í Skotlandi.

Miðalvektin í Føroyum var 5,6 kilo. Hon var 5,2 kilo í Skotlandi.

Smoltini vóru 5,6 milliónir í Føroyum og 3,9 milliónir í Skotlandi.

Havsbrún seldi 37.400 tons av alifóðri í øðrum ársfjóðingi.

Virkið keypti 109.700 tons av fiski.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040