Thomsen fer nú eisini at veita olju í Suðuroy

Thomsen fer nú eisini at veita olju í Suðuroy
Sáttmálin við Landsverk um at veita gassolju til bygningar hjá landinum fær stóran týdning fyri nýggja oljufelagið
Sp/f Thomsen vann útboðið um at selja olju til landsins bygningar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.07.2026 - 18:00

Sp/f Thomsen hevur gjørt sáttmála við Landsverk um at veita gassolju til landsins bygningar. Sáttmálin ger, at felagið frameftir eisini kann veita olju í Suðuroy, sigur Tórhallur Thomsen, stjóri.

Felagið átti bíligasta tilboðið av trimum.

Sambært avtaluni fær Landsverk oljuna fyri listaprís, umframt at avsláttur verður latin. 

 


Tórhallur Thomsen. 

 

Landsverk upplýsir, at veitingin fer at fevna um umleið 1,5 milliónir litrar um árið, men nøgdirnar kunnu minka næstu árini, so hvørt sum lagt verður um til grønar orkukeldur.

Tað var í novembur í fjør, at Sp/f Thomsen tók kappingina upp móti teimum báðum táverandi Magn og Effo  á føroyska marknaðinum. So í eitt hálvt ár hevur Sp/f Thomsen selt gassolju í kapping við hini bæði feløgini.

Landsverk upplýsir fyri Kringvarpinum, at avtalan fevnir um umleið 90 bygningar kring alt landið, sum brúka gassolju.

Um munin millum tilboðini sigur Landsverk, at tað lægsta er 0,852 krónur bíligari enn næstlægsta tilboðið, og tað er fyri hvønn litur.

Við nýggja sáttmálanum sparir landið umleið 400-500 túsund krónur um árið, samanborið við verandi avsláttarskipan.

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

09072026_Thomsen_og_oljuveiting

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961