G! 2026: Sorrig og glæde

G! 2026: Sorrig og glæde
UMMÆLI: Framførslan hjá Clickhaze á G! leygarkvøldið fer í søguna sum tann sterkasta í søgu festivalsins. Tá grátandi menn gráta í kór, so er okkurt á vási, tók onkur til
Oddafólkini í Clickhaze, Eivør Pálsdóttir og Petur Pólson, meðan tey framføra "Wall Of Silence"
Mynd: Lykke Nielsen  
 
19.07.2026 - 14:00

Í 24 ár hevur verið skipað fyri G! festivalinum í Syðrugøtu, ið fór av bakkastokki í 2002. 

Nógvar sterkar, serligar og sermerktar løtur hava verið knýtt at festivalinum hesi árini. 

Nevnast kunnu konsertirnar við Bomfunk MC's í 2003, Europe og Nephew í 2005, Kaizers Orchestra og Beth Hart í 2006, Travis og The Blind Boys of Alabama í 2011, Kris Kristofferson og Mø í 2017, Rag'n'Bone Man í 2018 og Yann Tiersen í 2023. 


Mynd: Lasse Lagoni

 

Men konsertin, sum Clickhaze spældi á Sandinum í Syðrugøtu leygarkvøldið - 23 ár eftir, at bólkurin spældi seinastu konsertina á neyvt sama stað - fer í søguna sum sterkasta G!-løta. 

 

SÍ EISINI: Clickhaze er aftur á palli eftir 23 ár í dvala

 

Grátandi menn grótu í kór

Tað var eins og hin tónleikakøni Fróði Løkságarð, ið javnan er at hoyra í Plátupanelinum og ofta ger Mono-sendingar í útvarpinum, tók til í einari støðudagføring á Facebook, tá hann hugleiddi um konsertina hjá Clickhaze: 

"Tá grátandi menn gráta í kór, so er okkurt á vási, og tað var tað á Gøtusandi í gjárkvøldið." 


Mynd: Lasse Lagoni

 

Longu frá byrjan, var tað rørandi aftur at sleppa at uppliva hendan legendariska tónleikabólkin, ið Fróði Løkságarð eisini so beinrakið lýsir sum "móðurskipið í føroyskum tónleiki" aftur á pallinum.

Liminir í Clickhaze spunnu upprunaliga eitt serstak føroyskt rokkljóð burtur úr broddinum á kingosálmunum, kvæðunum og skaldrunum, sum bleiv tøvt upp í altjóða rák innan indierokk og tripphopp, ið vóru frammi um aldarmótið. 

Síðani hava limirnir í Clickhaze hvør sær sum tónleikarar, framleiðarar og fyriskiparar gingið undan við at sparka dyrnar út á altjóða tónleikapallin upp á víðan vegg fyri føroyskan tónleik, tí burturúr Clickhaze eru sprottin nøvn sum Eivør, ORKA, Hogni og ikki at gloyma G! festivalurin sjálvur. 


Eivør Pálsdóttir, Petur Pólson og Døgg Petursdóttir, meðan "Wall Of Silence" verður framførdur. Aftanfyri sæst Jón Tyril við gittarinum (Mynd: Alessio Mesiano)

 

Medgang og modgang hinanden tilråbe

Men tá Døgg Petursdóttir trillaði pápa sín, Clickhaze-oddamannin, Petur Pólson í einum koyristóli inn á pallin á Sandinum til framførsluna av "Wall Of Silence", so var ikki eitt eyga turt. Ja, grátandi menn grótu í kór. 

Løtan, meðan Eivør og Petur saman sungu "Wall Of Silence", var eins guddómliga vøkur og hon var óendaliga sorgblíð. 


Mynd: Lykke Nielsen

 

Tað var eins og sálmurin hjá Kingo um "Sorrig og glæde", sum Clickhaze í síni tíð tuklaði, gekk upp í eina hægri eind. 

 

"Sorrig og glæde de vandre til hobe,
lykke, ulykke de gange på rad,
medgang og modgang hinanden tilråbe,
solskin og skyer de følges og ad.
Jorderigs guld
er prægtig muld,
Himlen er ene af salighed fuld."

 

Tíðin setir síni spor, og hon spyr ongan eftir, heldur ikki limirnar í Clickhaze.

Petur Pólson hevur havt heilsuavbjóðingar, síðani hann fyrst bleiv raktur einari heilabløðing og síðani einum blóðtøppi.

Hóst sterku kenslurnar, sum vóru í spæl, so kendist Clickhaze-konsertin meira sum ein endurføðing enn ein seinasta vakt. Tað er í grundini eingin orsøk til, at Clickhaze ikki skal spæla konsertir og kanska geva nýggja tónleik út, tá tað passar teimum í komandi tíðum. Einasta avbjóðingin er nokk tíðin. 


Mynd: Laura Marchini

 

Sáligur seinnapartur

Í roynd og veru er tað torført at skrivað um aðrar framførslur leygardagin á G!, tí Clickhaze-konsertin fylti so nógv bæði áðrenn og aftaná - serliga kensluliga. 

Leygardagarnir á G! eru tó altíð sermerktir, tí byrjað verður við kirkjugongd í Fjósinum, stóra barnatiltakið við eitt nú Ævintýraferðini og Angelu á Spæliplássinum, áðrenn farið verður oman á Sandin at fáa sær saltfisk. 


Mynd: Lassen Lagoni

 

Framúrskarandi saltfiskurin bleiv borðreiddur afturvið einari hugfarsligari konsert við norðurlendska bólkinum Afenginn, ið hevur limir úr Finnlandi, Føroyum og Danmark. Bólkurin gav í fjør út plátuna "Movements 1", sum er tann fyrsta av tríverki. 

Samanrenningin millum saltfisk, sól og tónarnar frá Afenginn gjørdi seinnapartin á Sandinum sáligan. 


Mynd: Lykke Nielsen

 

Ásgeir á rætta staðnum

Eitt hæddarpunkt á skránni leygardagin var eisini konsertin hjá heimskenda íslendinginum Ásgeir Trausti. 

Hetta var triðja ferðin, at Ásgeir framførdi á G!, og higartil hevur ikki eydnast fyriskiparunum at finna rætta tíðspunkt í skránni til inniliga og innisæla jauaran. 


Mynd: Florian Trykowski

 

Einaferð spældi hann seint á Spæliplássinum, men tann konsertin druknaði í balli og brummi frá áhoyrunum. Eina aðruferð spældi Ásgeir á Sandinum, men har hvarv friðarligi tónleikurin í lotinum. Men í ár riggaði betur. 

Leygardagin klokkan 17.30 fór Ásgeir á pallin á Spæliplássinum væl stuðlaður av tveimum tónleikarum. Givið er, at tónleikurin hjá Ásgeiri til eina og hvørja tíð riggar betur á einum innandura palli, men í góðveðrinum og bliga logn á Spæliplássinum fingu fólk eitt virðiligt innlit í vøkru sangirnar hjá Ásgeir. 


Mynd: Lasse Lagoni

 

Clickhaze heldur enn Espresso Macchiato

Stóra útlendska høvuðsnavnið leygardagin var estiski Tommy Cash, sum hevði gjørt G!-fyriskiparunum tann beina at fylla holið í skránni eftir, at vinur hansara, Oliver Tree, ið skuldi vera útlendska høvuðsnavnið, lat lív í einari tyrluvanlukku.  

Serlætni estarin skal eiga eitt og tað er, at hann hevur skrivað eitt popphitt í alheimsvavi. "Espress Macchiato" búsetir seg í høvdinum á tær, og tú sleppur ikki av við tað aftur. 


Mynd: Lasse Lagoni

 

Tommy Cash er eitt TikTok-fyribrigdi, og tað sást aftur á áhoyrarafjøldini á Sandinum. 80 prosent vóru børn og ung, og tey hugnað sær óført aftur við framførsluni, sum er eitt slag av skipaðum fjanti.

Tað merkir ikki, at mann skal lata seg lumpa til at halda, at tað ikki er umhugsni aftanfyri fjanti. Tað er bara ikki fyri fólk yvir 40. 


Mynd: Lasse Lagoni

 

So gev ein hálvgomlum biiiphøvdi sum ær heldur eina Clickhaze enn ein Espresso Macchiato, og lat børnin og tey ungu eiga Tommy Cash. 

 

Moyr fólk til Moyka

Leygardagurin hevði annars spennandi konsertir við Leu Kampmann, sum spældi í Fjósinum klokkan 17.05, og Moyku úr Noreg, ið spældi elektroniskan tónleik á Sandinum klokkan 18:20.

Moyka gjørdi sítt, hóast fólk nokk vóru nakað moyr oman á saltfiskin og alla sólina leygardagin til at fara upp at dansa. 


Mynd: Rolf Meldgaard

 

Út á kvøldið kundu bæði Elinborg og Marianna Winter upplivast á Spæliplássinum, meðan kultbólkurin Maður:Glotti framførdi í Fjósinum. 

Tað fall Sakarisi í lut at lukka Sandin á G! í ár, og Sakaris lá ikki á boðunum, men hevði eina sera litríka framførslu. 


Mynd: Lasse Lagoni

 

Tónlistarliga hevur Sakaris við árunum flutt seg yvir móti at gera tónleik, ið minnir eitt sindur um tað, sum bæði Oliver Tree, sáli, og Tommy Cash fáast við.

Tað er eitt slag av seriøsum serskøltatónleiki, ið hvørki tekur seg sjálvan ella onnur serliga seriøst, um tað gevur meining at siga soleiðis.  

Sakaris hevði skrúvað upp fyri litunum og bólkinum, tí afturat sær hevði hann framúrskarandi progressiva bólkin GØ. 

Men tá Sakaris og Danny Baldursson úr Danny and the Veetos komu úr á pallin at framføra sangin "Súrepli" í búnum, ið skuldu líkjast súreplum, so minti pallsetingin eina løtu einari løtu úr "Barnaløtuni" hjá Zachariasi Hammer í SVF í áttatiárunum. Allarhelst var tað meiningin. 

Annars koyrdi Sakaris tað heim við øllum hittunum, eitt nú "I Put on This Dress Only for You", "Eg angri einki", "Brace Myself", "Aalborg" og onnur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýst - 3. partur
210483
Mánadag 20. juli
Poppverturin 8
208462
Mánadag 20. juli
HM-tíðindi 20. juli 2026
211136
Mánadag 20. juli
RagnarRokk: James McBain um Coronach
209143
Mánadag 20. juli
Morgunlestur mánadagur
211130
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096