FC Koper-hópurin ferðast í fleiri bólkum til Føroya

FC Koper-hópurin ferðast í fleiri bólkum til Føroya
Formaðurin í NSÍ undrast á, at útlendsk feløg ikki ferðast til Føroya í nóg góðari tíð, hóast tey hava fingið hetta at vita frammanundan
Mynd: Facebook/FC Koper  
 
23.07.2026 - 15:22

Vegna vánalig floglíkindi í gjár, so lendi leiguflogfarið hjá slovenska felagnum FC Koper ikki vesturi í Vágum, og í dag varð hópurin býttur upp í fýra bólkar, sum ferðaðust við rutuflogførum hjá Atlantsflog og SAS úr Keypmannahavn. Seinasta flogfarið við fólki úr FC Koper-hópinum lendi í Vágum umleið klokkan 14.

Tað undrar Karstin Joensen, formann í NSÍ, at útlendsk lið enn leggja ferðina soleiðis til rættis, at ferðast verður mestsum í síðstu løtu til Føroya.

– Vit vita øll, at veður og vindur kann gera tað trupult at flúgva til Føroya. Tí skilji eg ikki, hví lið ikki koma í betri tíð, sigur Karstin Joensen.

Hetta er aðru ferð á rað, at mótstøðuliðið hjá NSÍ kemur til Føroya á sjálvum dystardegnum. Eisini maltesiska liðið Hamrun Spartans hevði ferðatrupulleikar undan undanfarna Conference League-heimadystinum hjá NSÍ.

Venjarin kennir Føroyar
Í slovenskum miðlum verður víst á, at venjarin hjá FC Koper, Zoran Zeljković, kennir væl til Føroyar. Hann var venjari hjá Olimpija Ljubljana, tá liðið tapti 3-0 fyri KÍ í Conference League-bólkaspælinum í 2023. Árið eftir var hann venjari hjá lettiska Auda, sum sló HB út úr somu kapping.

Slovensku miðlar vísa eisini á, at FC Koper skal spæla uttan størstu stjørnuna, Josip Iličić, sum millum annað hevur spælt við Atalanta í Seriu A í Italia. Hann er ikki við á ferðini til Føroya, tí felagið hevur valt at spara hann, eftir at hann í fjør fekk ein keðiligan skaða á graslíki í útidysti móti norska Viking.

NSÍ og FC Koper spæla við Djúpumýrar í Klaksvík í kvøld klokkan 19.45. Samstundis spælir HB á útivølli móti skotska liðnum Motherwell í fyrra dystinum í øðrum undanumfarinum í Conference League.

Kringvarpið sigur frá dystinum millum NSÍ og FC Koper, og sendingin byrjar klokkan 19.30.

Hoyr innslag við Karstini Joensen, NSÍ-formann, her:

Karstin_Joensen_NSI_STYTT

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659