- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fýra FM-finalur á ólavsøku

Tað verða ikki færri enn fýra beinleiðis finalur um FM-heitið á ólavsøku. Talan er um yngru manningarnar í 5. mannaførum, bæði gentur og dreingir, 6. mannafør, menn, og 8. mannafør.
Afturímóti er lítil spenningur í øðrum róðrum. Tveir bátar hava skarað framúr og hava vunnið allar róðrararnar í stórum stíli. Her er talan um kappingina hjá gentum og kvinnum í 5. mannaførum. Sílið úr Havnar Róðrarfelag er best hjá gentum 17-18 ár, og Fípan Fagra úr Klaksvíkar Róðrarfelag hjá kvinnum. FM-heitið er komið undir land hjá báðum manningum. Bara ein kolldøming á ólavsøku kann forkoma teimum meistaraheitið.
Sama kann sigast um dreingjamanningina í Fípuni Føgru (17-18 ár). Teir hava eisini so trygga leiðslu, at FM-sigurin eigur ikki at vera í vanda. Sigursrøðin var tó skakað á Sundalagsstevnu í Hósvík, tí tá eydnaðist Drekanum at vinna. Roknast kann tí við spennandi kapping millum tær báðar manningarnar á ólavsøku.
Hjá kvinnunum í 6. mannaførum hevur spenningur verið millum Víking úr Havnar Róðrarfelag og Froðbing, men nú hevur Víkingur styrkt sær FM-leiðsluna so væl, at tað skal vilja illa til, fáa tær ikki meistaraheitið til høldar. Víkingur hevur ikki verið føroyameistari fyrr, men upprunaliga 6. mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag, Gongurólvur, eigur fleiri FM-heiti, bæði hjá kvinnum og monnum.
So eru tað 10. mannaførini. Sigurin hjá Orminum Langa á seinastu stevnu í Hósvík bar í sær, at vit mistu ta stóru finaluna á ólavsøku millum Ormin Langa og Havnarbátin.
Støðan í FM-kappingini
Barnaróður dreingir
Royndin Fríða 35 stig
Fípan Fagra 29
Flógvin 22
Firvaldur 22
Barnaróður gentur
Tekla 34 stig
Gulin 29
Broddur 27
Havfrúgvin 23
6 mannafør kvinnur (masters)
Tvørabáturin 13
Páll Fangi 11
Rádni 11
Hósvíkingur 9
5 mannafør dreingir (17-18 ár)
Fípan Fagra 41 stig
Drekin 37
Kollur 30
5 mannafør gentur (17-18 ár)
Sílið 42 stig
Kollur 36
Tekla 30
5 mannafør kvinnur
Fípan Fagra 42 stig
Tjaldrið 36
Sílið 30
6 mannafør kvinnur
Víkingur 41 stig
Froðbingur 37
Rádni 28
Sølmundur 26
Her sæst eitt longri yvirlit yvir FM-róðrarnar.
10. mannafarsróðurin á ólavsøku 1975. Nógvir bátar og fult av áskoðarum á Molanum, tó at veðrið ikki var hitt besta.
FM-finalurnar
So eru tað teir fýra róðrarnir, ið hava fingið støðu sum rættar FM-finalur.
Kappingin hjá yngru dreingjamanningunum stendur millum hina grønu Báruna úr Hvalvík/Streymnesi og tann reyða Teistan av Argjum. Bara eitt stig er á muni. Fremri báturin av hesum báðum verður føroyameistari.
Hvørgin hevur verið føroyameistari í dreingjaróðri. Hvørki hjá teimum eldru ella teimum yngru. Kappingin í dreingjaróðrinum var fyri fáum árum síðani býtt upp í tveir aldursflokkar. Sama var hjá gentunum.
Báran mundi vunnið føroyameistaraheitið í dreingjaróðrinum í 1978. Tað var fyrsta árið, at Báran róði. Sundalagsdreingir vunnu á ólavsøku, men endaðu eitt stig aftanfyri Sílið í FM-kappingini.
Teistin hevur heldur ikki vunnið nakað FM-heiti, men annað 5. mannafar hjá Argja Róðrarfelag, Blikur, eigur fleiri FM-sigrar hjá dreingjunum.
5 mannafør dreingir (14-16 ár)
Báran 39
Teistin 38
Firvaldur 31
Firvaldur ella Drekin
Yngru genturnar (14-16 ár) hava eisini stutta FM-søgu. Hetta er fimta árið, at róð verður um meistaraheitið í hesum aldursflokki.
Upprunaliga var bara ein genturóður, men í 2005 var kvinnukappróður í 5. mannaførum skipaður í tvær deildir, eina fyri vaksnar kvinnur og eina fyri gentur (17-18 ár). Harumframt hava kvinnur eisini róð kapp í 6. mannaførum síðani 1983.
Kappingin hjá gentum (14-16 ár) í ár stendur millum Firvald av Tvøroyri (Froðbiar Sóknar Róðrarfelag) og Drekan hjá Havnar Róðrarfelag. Bara eitt stig er á muni. Í seinastuni hevur Firvaldur verið við yvirlutan, men nú rør Drekin á heimasjógvi, men ikki er vist, at tað er nevniverdur fyrimunur.
Hvørgin báturin hevur vunnið FM í hesum aldursbólkinum, men talan er um mest vinnandi bátar í kappingin hjá gentum 17-18 ár. Og í kappingini hjá vaksnum kvinnum í 5. mannaførum hevur Firvaldur vunnið fleiri ferðir. Drekin hevur ikki vunnið nógv í hesi kappingini, men tað hevur systirbáturin, Sílið, afturfyri.
5 mannafør gentur (14-16 ár)
Firvaldur 38 stig
Drekin 37
Pílur 24
Gulin 24
Ørnin 23
Suðuroyingar í hørðum víggi
Kappingin hjá monnum í 6. mannaførum stendur millum tveir báðar úr Suðuroy. Tvørámenn og vágbingar eru í beinleiðis FM-finalu á ólasvøku. Tvørámenn rógva við Froðbingi og vágbingar í Smyrli. Fremri báturin av teimum á ólavsøku verður føroyameistari.
Smyril hevur fýra ferðir verið føroyameistari í 6. mannaførum hjá monnum. Froðbingur eigur fyrsta FM-heitið til góðar, men sama felag hevur vunnið tvey meistaraheiti við Tvørábátinum.
Men kanska fer ein triði bátur at vinna á ólavsøku. Strálan av Strondum hevur nú vunnið tvær stevnur í eitt koyr, men teir eru ov seinir á lagnum, og gerast tí ikki føroyameistarar í summar kortini.
6 mannafør menn
Froðbingur 37 stig
Smyril 36
Strálan 30
Ørvur ella Gullbrandur
Fjórða FM-finalan á ólavsøku er hjá 8. mannaførunum. Kappingin stendur millum Ørv hjá Havnar Róðrarfelag, sum vann FM í fjør, og Gullbrand úr Fuglafirði.
Ørvur hevur verið omaná á teimum síðstu stevnunum, men nú skal alt avgerast á Havnarvág ólavsøkuaftan.
Ørvur eigur mangt FM-heitið, bara Argjabáturin hevur vunnið meira av 8.mannaførunum. Gullbrandur eigur afturímóti sítt fyrsta FM-heiti til góðar.
8 mannafør
Ørvur 39 stig
Gullbrandur 38
Heiðabáturin 30
(Mynd: Jan Herman Hansen)
Stríðið um Havnina
Tíggjumannaførini eru bara trý í tali. Soleiðis hevur verið í nøkur ár. Í ár stendur kappingin millum bæði 10. mannaførini í Havn. Klaksvíkingur er tann triði, men teir hava ikki verið mentir at standa havnarmonnum kurl.
Ormurin Langi er tíggjumannafarið hjá teimum bláu í Havn. Róðrarfelagið Knørrur var stovnað í 1985. Teir hava húsast undir Lágu kei á Skálatrøð og í Evensens pakkhúsi við Kongabrúnna. Har hevur tú eldsálir, sum hava verið uppi í frá byrjan og til dagin í dag, Jeggi (Jógvan Elias Jakobsen) og Sjúrður Gullbein eru í hvussu er tveir av teim ítastu.
Felagið savnaðist fyrstu árini serliga um 8. mannafarið Knørr og 6. mannafarið Jarnbard. 10. mannafarið Ormurin Langi kom ikki fyrr enn í 2008, og hevur tí ikki somu søgu sum 10. mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag, sum kom í stropa fyri júst hundrað árum síðani. Havnarbáturin róði fyrstu ferð á ólavsøku í 1926. Havnarbáturin var rímiligt flaggskipið hjá Havnini í mong harrans ár, men heilt einsamallur hevur hann tó ikki verið.
Floksbáturin var annað 10. mannafar í Havn í 80-unum, og var um reppið at vinna á ólavsøku í 1984. Í 50-árunum hevði annað 10. mannfar, ið nevndist Studenturin, heimstað í Havn. Teir vunnu ólavsøkuna 1956. Frá fyrstu árum við ólavsøkukappróðri vóru onnur 10. mannafør mannað í Havn, eitt nú Politisturin, Grækarisarbátur og Nótabáturin, men tá ið Havnar Róðrarfelag var stovnað í 1932, gjørdist Havnarbáturin 10. mannafarið í Havn.
Ormurin Langi hevur staðið seg væl hesi árini, ið hann hevur verið mannaður, og stendur nú til at vinna sítt fjórða FM-heiti. Her skal eisini nevnast, at Argja Róðrarfelag hevur sítt 10. mannfar, Drekan Reyða. Hann hevur ikki verið mannaður so regluliga, men vann kortini FM-heitið í 2014. Og so skulu vit heldur ikki gloyma Hoyvíkingin, sum róði í nøkur ár eftir aldaskiftið.
Ormurin Langi stendur til at vinna FM-heitið í ár. Hann tolir eisini at vera aftanfyri Havnarbátin á ólavsøku, og kortini vinna meistaraheitið. Skal Havnarbáturin endurvinna FM-heitið, sum hann vann í fjør eftir drúgvan steðg, krevst, at Klaksvíkingur kemur honum til hjálpar. Roknistykkið er hetta: Havnarbáturin vinnur, Klaksvíngur verður nummar tvey og Ormurin Langi nummar trý, men eingin trýr helst, at tað fer at henda.
Men sama hvussu verður í FM-kappingini, so verður ólavsøkuróðurin undir øllum umstøðum finalan hjá 10. mannaførunum um Havnina!
10 mannafør
Ormurin Langi 40 stig
Havnarbáturin 38
Klaksvíkingur 30




























