Krav til Bústaðir um serliga bygging

Krav til Bústaðir um serliga bygging
Skattafrádráttur bara fyri langtíðarleigu
 
30.07.2026 - 08:38


Landsstýriskvinnan í bústaðarmálum hevur gjørt av, at Bústaðir skulu serliga byggja til ung, lesandi og lærlingar, til eldri fólk og til fólk við serligum tørvi. 

Í løtuni verður avtala gjørd við Bústaðir um, hvussu hetta verður skipað.

Bústaðapolitikkur landsins frá 2012 verður endurskoðaður. 

Landsstýriskvinnan ætlar, at húsaleiga skal ikki hækka meira enn prísvøksturin, uttan so, at serligar orsakir eru til at hækka leiguna.

Ætlanin er at kanna, um til ber at gera ein bústaðargrunn til teirra, sum keypa ella byggja fyri fyrstu ferð.

Tey, sum leiga út, kunnu draga 100.000 kr. frá í skatti.

Fyri at eggja til langtíðarleigu heldur enn stutttíðarleigu gjøgnum eitt nú Airbnb ætlar landsstýriskvinnan at broyta hetta soleiðis, at leiguinntøkur upp til 100.000 kr. bara vera skattafríar, um bústaðurin verður leigaður út í 12 mánaðir ella meira enn tað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
Vikuskiftið 27 nov 2026
217131
Fríggjadag 27. november
LEITISSTEIN 27.11.2026 (Aggrasoppar)
217118
Fríggjadag 27. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Fróði Bjarnason
217100
Fríggjadag 27. november
RagnarRokk: Serena Cherry um Extinguish Thy Flame
215806
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929