Trump: Grønland eigur at gerast amerikanskt áðrenn 2029

Trump: Grønland eigur at gerast amerikanskt áðrenn 2029
Amerikanski forsetin endurtekur ynskið um amerikanska yvirtøku av Grønlandi og sigur, at tað eigur at verða veruleiki, áðrenn hann fer úr sínum embæti í januar 2029
Mynd: Myndin er frá Truth Social  
 
04.08.2026 - 15:11

Tað er ongin loyna, at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur stóran áhuga í at yvirtaka Grønland. Hóast sera nógvar atfinningar frá fleiri londum, serliga frá NATO-limalondum, er áhugin enn eins stórur og heldur veksandi.

Í einari samrøðu við amerikonsku útvarpsrásina Real America's Voice sigur Trump, at hann væntar, at ein amerikonsk yvirtøka av Grønlandi kann verða veruleiki, áðrenn hann fer úr embæti sínum í januar 2029.

Undir samrøðuni gjørdi Donald Trump greitt, at Grønland hevur størri týdning fyri Amerika, heldur enn Danmark, og at amerikonsk verja betur fær vart Grønland í politiskum og hernaðarligum stríði.

Verturin í amerikonsku sendingini, Steve Gruber, segði í sendingini, at hann hevur áður veddað um eina yvirtøku av Grønlandi, meðan Donald Trump framvegis er forseti. 

- Tú vinnur, um tú veddaði tað, svaraði Trump í sendingini.

Undir samrøðuni fortelur forsetin tó ikki, hvat hann meinar við, tá hann eggjar vertinum at gjøgnumføra eitt veddimál um eina tilbúnaða yvirtøku. Soleiðis nýtir Donald Trump mangan ávísar sosialar miðlar til at gera óembætisligar fráboðanir, har hann fær stuðul frá viðhaldsfólki, uttan at greiða nærri frá.
Sama dag, sum henda útvarpssending kom út, deildi Donald Trump eina mynd á egna miðli, Truth Social, eina mynd av tí, ið minnir um eina grønlendska bygd, við stórari mynd av sær sjálvum handan stór fjøll og eitt stórt "Hello, Greenland" ovast.

Tað er bert ein mánaði síðani, at Donald Trump, eftir ein Nato-fund í Ankara, endurtók sín stóra áhuga fyri at yvirtaka Grønland, og Nato hevur eisini verið fyri atfinningum, fyri ikki at siga frá, tá Trump hóttir eitt annað limaland soleiðis. Undir Nato-fundinum í juni spurdi danski tíðindamaðurin fyri Ritzau, Rasmus Svaneborg, Mark Rutte, aðalskrivara í Nato, um hann kendi seg sjálvan aftur, tá hann bert situr og lurtar, meðan Donald Trump háðar Grønland og Nato sum heild.

Danmark stuðlar Grønlandi móti Donald Trump
Síðan 1951 hava Danmark og USA havt eina verjuavtalu um Grønland. Avtalan gevur USA rætt til hernaðarvirksemi í Grønlandi og hevur verið grundarlagið undir amerikonsku hernaðarhjáveruni á Pituffik-herstøðini.

Men seinastu árini er kjakið tó flutt frá bert at snúgva seg um verjusamstarv til eisini at fevna um geopolitikk, trygd og amerikanska áhugan í at fáa størri ávirkan í Grønlandi.

Útsøgnin í amerikonsku útvarpsrásini og myndin á Truth Social leiddi til bakdrátt frá Grønlandi og Danmark. Mette Frederiksen skrivaði m.a. á Facebook, at hon stendur saman við Jens-Frederik Nielsen, grønlendskur landsstýrisformaður, tá tey vera møtt við skilaleysum krøvum úttanhýsis.

- Tá hann verður møttur við órímiligum krøvum, stendur hann stinnur. Og tað ger Danmark eisini. Grønland er ogn hjá grønlendingum. Ongum øðrum. Okkara samstarv og felagsskapur stendur sterkt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375