Vilja vísa, hvussu fjølbroyttur pápin var

Vilja vísa, hvussu fjølbroyttur pápin var
Í ár eru 100 ár síðani, at Eyvindur Mohr, listamaður, varð borin í heim. Í tí sambandi skipa døturnar fyri 100-ára framsýning í Müllers Pakkhúsi í Havn.
Systrarnar Gulla Mohr og Turið Nolsøe Mohr hava skipað fyri framsýningini
 
12.08.2026 - 12:51

Við 65 listaverkum vilja tær báðar døturnar hjá Eyvindi Mohr, Gulla Mohr og Turið Nolsøe Mohr, vísa fólki listina hjá pápanum, ið hevði fylt 100 í ár:

-Endamálið hjá okkum er at vísa, hvussu fjølbroyttur babba var í sínari list, og tað halda vit at verkini á framsýningini sýna, siga systrarnar Gulla Mohr og Turið Nolsøe Mohr. Tær eru ógvuliga takksamar fyri stuðulin í samband við framsýningina, og at tær kundu læna so nógv listaverk frá stovnum og einstaklingum. 

-Nú eru 21 ár síðani, at Eyvindur fór - hetta heilt serliga menniskja, ið rúgvaði so nógv í lívinum hjá okkum, sum untust at kenna hann. Keðiligur var hann ikki. Nú hann hevði fylt hundrað, royna vit at fylla eitt sindur í tómrúmið eftir hann við framsýning av verkum, ið umboða stóran part av hansara virki sum listamaður - og so lata listina siga tað, sum eftir er at siga, skriva døturnar Gulla og Turið í skránni til framsýningina.

Framsýningin í Müllers Pakkhúsi í Havn er opin til og við sunnudagin 23. august, hvønn dag millum klokkan 15 og 18.


Tú kanst hoyra samrøðuna við systrarnar, sum var í Summarmorgni, her:

 

1826629

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423