- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frá goymdum tekningum til almenna list

Tey flestu kenna Jan Mohr Hermansen sum løgreglumann, men í veruleikanum hevur tekning og list verið ein partur av honum síðan barnaárini. Ikki eru nógv, sum hava vitað av fjaldu listagávunum, tí sjálvt starvsfelagar, sum hava arbeitt saman við Jan í 25 ár, gjørdust bilsnir um veggjamálningarnar runt um í Havnini, sum brádliga sóu dagsins ljós.
Tað heila byrjaði, tá møguleikin at gera veggjamálningar stakk seg upp. Tað, sum byrjaði sum forvitni um eina lokala listaverkætlan, gav honum dirvið at royna nakað nýtt. Fyrst vóru tað nakrar plátur við Løgtingið, og síðani komu stóru veggjamálningarnir á skúlanum á Fløtum.
- Tað kravdi nógv mót, men eg eri øgiliga glaður fyri, at eg gjørdi tað, sigur Jan.
Málningarnir bera eisini boð um hansara egnu ferð. Tann fyrsti vísir ein lítlan glaðan drong. Við summarfugli og sterkum litum vildi Jan skapa eina mynd av frælsi í einari tíð, har bæði børn og vaksin ofta kenna seg bundin av gerandisdegnum og tøknini. Seinni málningurin, Dirvi, sýnir eina unga kvinnu, sum brýtur út úr karmunum og vísir seg sum hana, hon veruliga er.
Júst hesin málingur er eisini ein mynd av ferðini hjá Jan sjálvum, tí veggjamálningarnir eru ikki bara list á betongi. Teir eru ein sjónlig mynd av einari persónligari menning, har ein goymdur áhugi hevur fingið pláss í almenna rúminum.
Tað, sum í mong ár varð varðveitt í skitsubókum og heima við køksborðið, er nú vorðið til list, sum hvønn dag møtir hundraðtals fólkum.




















