KÍ-dysturin útsettur til í morgin - formaðurin skilir einki

KÍ-dysturin útsettur til í morgin - formaðurin skilir einki
Europa League-dysturin millum KÍ og Lech Poznań, sum skuldi spælast á Tórsvølli í kvøld, er útsettur til í annaðkvøld klokkan 19. KÍ-formaðurin stendur spyrjandi
 
13.08.2026 - 18:42

KÍ hevur fingið boð frá UEFA um, at dysturin, sum annars skuldi spælast í kvøld, verður fluttur ein dag.

Pólska ferðalagið var seinkað á veg til Føroya, men lendi í Vágum stutt eftir klokkan trý seinnapartin í dag. Kortini er avgerð tikin um at útseta dystin til í annaðkvøld.

Tummas Lervig, formaður í KÍ, sigur, at felagið hevur fingið boðini frá UEFA seint seinnapartin, og hann stendur spyrjandi, tí hann hevur ikki fingið nakra grundgeving frá UEFA.

Tummas_Lervig_utsettur_dystur

 

KÍ-heimasíðan skrivar, at tey, sum hava keypt atgongumerki, men ikki hava møguleika at koma til dystin í annaðkvøld, kunnu fáa atgongumerkið endurrindað við at venda sær til KÍ.

Dysturin millum KÍ og Lech Poznań verður sostatt á Tórsvølli fríggjakvøldið klokkan 19.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531